Frakland: Rubio vraka hugskotið um innrás í Grønlandi

Frakland fyrireikar eina ætlan fyri, hvussu sameind skulu svara aftur, um USA ger álvara av hóttunum um Grønland.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, hevur tosað við uttanríkisráðharran í Fraklandi, Jean-Noel Barrot, um Grønland. Danska stjórnin hevur eisini biðið um fund við Rubio. (Savnsmynd). - Mynd: Kevin Dietsch/Ritzau Scanpix

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, hevur vrakað hugskotið um eina amerikanska innrás í Grønland.

Tað sigur franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noel Barrot, eftir eina samrøðu við Rubio, sambært tíðindastovuni Reuters.

Barrot segði samstundis, at Frakland saman við sínum sameindu arbeiðir við eini ætlan fyri, hvussu londini skulu svara, um USA ger álvara av hóttanunum um at yvirtaka Grønland.

Fráboðanin kemur eftir, at Hvítu Húsini týskvøldið okkara tíð boðaðu frá, at tað er ein tjóðartrygdarraðfesting hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, at USA yvirtekur Grønland.

Sagt varð, at nýtsla av amerikanskum herinum í hesum sambandi altíð er ein møguleiki.

Grønlendska og danska stjórnin hava - eins og Frakland - biðið um fund við Marco Rubio, boðaði grønlendska uttanríkisráðfrúan, Vivian Motzfeldt, frá týsdagin.

Samstundis hittist Uttanríkispolitiska nevndin á Fólkatingi at umrøða "kongaríkisins viðurskifti við USA".

Eftir fundin segði danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen at amerikanska síðan málar eina skeiva mynd av tí, sum hendir í Grønlandi.

Hann nevndi millum annað, at skeiva myndin er málað av, at tað eru nógv russisk og kinesisk skip kring Grønland og at Kina hevur stóra ávirkan í Grønlandi við íløgum.

 

/Ritzau/

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, hevur tosað við uttanríkisráðharran í Fraklandi, Jean-Noel Barrot, um Grønland. Danska stjórnin hevur eisini biðið um fund við Rubio. (Savnsmynd). - Mynd: Kevin Dietsch/Ritzau Scanpix