Yrkisútbúgvingar eru væl umtóktar

353 fólk fóru undir eina yrkisútbúgving í 2025, tað eru 55% av einum miðal føroyskum árgangi

Tíðindi frá Yrkisdeplinum:

 

Í 2025 byrjaðu 353 fólk eina yrkisútbúgving. Tað eru 55% av einum miðal føroyskum árgangi seinastu 20 árini.

 

Hóast tað má sigast at vera gott, vísir gongdin eina lítla minking í mun til undanfarin ár.

 

Konjunkturarnir í Føroyum hava stórt árin á, hvussu nógvir lærlingar byrja í læru á hvørjum ári, og sæst tað eisini týðiliga í sveiggjunum í tølunum frá ári til ár. Sæð yvir eitt longri áramál hevur tilgongdin til yrkisútbúgvingarnar leingi verið rættiliga høg og vaksandi, og hevur seinastu 20 árini ligið um 50% av einum miðal føroyskum árgangi. Seinastu 8 árini hevur tilgongdin ligið millum 55% og 62% árliga.

 

Nógvar ymiskar útbúgvingar

 

Tey 353 fólkini, sum byrjaðu í læru í 2025, læra innan 42 ymiskar útbúgvingar. Verða allir virknir lærlingar taldir við, vóru í 2025 yvir 1.250 fólk í ferð við at taka 66 ymiskar yrkisútbúgvingar í Føroyum.

 

Aldur við byrjan

 

Aldurin á nýggju lærlingunum í 2025 lá millum 15 og 54 ár, meðan miðalaldurin var 21,8 ár. 23% av teimum, sum byrjaðu at læra í 2025, vóru yvir 25 ár.

 

Yrkisdepilin hevur ta yvirskipaðu umsitingina av arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingarmálum og er fyrisiting og skrivari hjá Yrkisútbúgvingarráði og Yrkisnevnd

 

Skúlagongdin í Føroyum og í Danmark

 

Av teimum 66 útbúgvingunum, sum lærlingar læra innanfyri í løtuni, ber til at taka skúlagongdina til 13 teirra í Føroyum. Til hinar útbúgvingarnar krevst, at lærlingar fara til Danmarkar í skúla. Í tølum merkir tað, at í 2025 byrjaðu 24% av lærlingunum uppá útbúgvingar, har tað krevst, at tey fara til Danmarkar at taka skúlagongdina, sum hoyrir til útbúgvingina tey hava valt (í einari 4-ára yrkisútbúgving eru lærlingar 1 ár í skúla og 3 ár í læru hjá einum arbeiðsgevara).

 

Nýggjar útbúgvingar í 2025

 

Møplapolstrari, yrkisbóndi við sergrein í húsdjórahaldi og súkklusmiður eru allar nýggjar útbúgvingar, sum vórðu góðkendar í 2025. Skúlagongdin til hesar útbúgvingarnar er á donskum skúlum.

 

Síðan 2023 hevur borið til at taka alla útbúgvingina til kokk í Føroyum, soleiðis at tað slepst undan at fara til Danmarkar at taka skúlagongdina, sum hoyrir til yrkið. Undirvísingin er á TSK í Klaksvík.

 

Alaraútbúgvingin varð sett á stovn í 2022, tá fyrstu alararnir byrjaðu á Miðnám í Vestmanna. Fyrsti alarin fekk sveinabrævið í 2025. Í løtuni eru 36 lærlingar á útbúgvingini til alara.

 

Størstu yrkini

 

Nógv tey størstu yrkini eru tær siðbundu føroysku yrkisútbúgvingarnar innan fyri maskinsmíð, húsasmíð og elektrikara. 50% av lærlingunum í 2025 byrjaðu innan fyri hesi yrkini.

 

Umleið 24% av øllum lærlingunum, sum byrjaðu í 2025, nema sær útbúgving innan merkantilu fakini, har størstu útbúgvingarnar eru søla og skrivstova við ymiskum sergreinum, sum t. d. fyrisiting, almenn fyrisiting, logistikk, advokatskrivari og speditión og shipping.

 

Fleiri hagtøl um yrkisútbúgvingarnar eru at finna á www.yrkisdepilin.fo/hagtoel.