Tað verður ikki fyrrenn einaferð út á heystið, at vit fáa at vita, um Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur brotið lógina og um hann hevur hildið sínar skyldur sum landsstýrismaður.
Tað eru teir fýra floksformenninir fyri Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, sum allir eru í andstøðu, ið hava kært Johan Dahl fyri landsstýrismálanevndini fyri embætisførslu hansara í samband við málið um fíggjarligu viðurskiftini á Strandferðsluni.
Tað málið endaðu fyribils við, at stjórin, Bogi Mortensen, fór úr starvi. Men síðani hava atfinningarnar eisini heglað niðuryvir landsstýrismannin fyri mátan, hann handfór málið upp á. Tí gjørdu teir fýra floksformenninir av at kæra Johan Dahl fyri landsstýrismálanevndini.
Í kæruni vísa teir á, at grannskoðararnir hjá løgtinginum hava átalað hvassliga, at landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin ikki fór at halda.
Teir átala eisini hvassliga, at Vinnumálaráðið ikki gjørdi meira fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, tá ið ráðið í oktober 2013 sigur seg ikki hava álit á tølunum frá Strandfaraskipum Landsins, og at ráðið hóast tað góðkennir greinaroknskapirnar uttan viðmerkingar.
Tí vilja teir hava landsstýrismálanevndina at taka støðu til hesar fimm spurningarnar: - Hvørt landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt. - Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið stýrisskipanarlógina. - Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um landsins játtanarskipan. - Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um ábyrgd landsstýrisins. - Hvørt landsstýrismaðurin annars hevur røkt tær skyldur sum áliggja honum sambært lógum og reglum í fyrisitingini av hesum málinum.
Landsstýrismálanevndin gjørdi av at taka málið upp og tann 21. mai sendi hon landsstýrismanninum skriv og bað um eina viðmerking til kæruna. Nú hevur landsstýrismálanevndin fingið tilfarið frá Strandferðsluni og hon hevur eisini fingið viðmerkingarnar frá løgtingsgrannskoðarunum.
Og Sirið Stenberg, forkvinna í landsstýrismálanevndini, sigur, at í dag fær nevndin tilfarið frá landsstýrismanninum í vinnumálum og tær viðmerkingar, hann annars hevur til málið.
Men sirið Stenberg sigur, at talan er um rúgvismikið tilfar. - Bara tilfarið, vit hava fingið frá Strandferðsluni, fyllir heili trý ringbind, sigur hon. Hon sigur, at limirnir í landsstýrismálanevndini skulu nú ganga alt tilfarið ígjøgnum, men av tí at tað er so rúgvismikið, tekur tað sína tíð. Og samstundis skulu kærararnir eisini fáa viðmerkingarnar frá Johan Dahl, so at teir kunnu gera viðmerkingar til svarið og tað tekur eisini eitt sindur av tíð.
Men Sirið Stenberg sigur, at ein onnur orsøk til at drál kemur í, er, at hetta er hægsta summartíð og nógv fólk er í feriu. - Tískil ber ikki til at savna landsstýrismálanevndina aftur, fyrrenn Løgtingið verður kallað saman aftur til eina nýggja tingsetu á ólavsøku.
Og nústani tá ber til hjá landsstýrismálanevndini at fara undir sjálva málsviðgerðina og taka støðu í málinum. Tískil væntar hon ikki, at tað verður fyrrenn einaferð í heyst, at nevndin kann koma til eina niðurstøðu í málinum.
|