Eingin er ódeyðiligur  heldur ikki politikarar

Hava okkara politikarar akt, sum teir hava makt, hava teir at gera so væl og taka viðurskiftini hjá okkara gomlu í álvara og gera nakað við tað. Alt annað er tómt tos og faktir, sum eingin kann taka fyri fult, heldur ikki fjóðra hvørt ár

Dagny Joensen

Umleið 100 gomul fólk við bráðfeingis tørvi at sleppa á røktar- ella ellisheim sita óhjálpin heima við hús í Tórshavnar Kommunu. Hetta er ikki nakað nýtt. Tað vanlukkuliga er, at trupulleikin hevur staðið við og versnað í fleiri ártíggju. Kortini eru ikki útlit fyri, at almenna skipanin letst um vón.
Vanliga siga vit, at ein triðingur av Føroya fólki býr í Havn. Stóra tilflytingin er heldur ikki nýggj, ei heldur, at tey gomlu, tá tey ikki kunnu verða einsamøll longur, noyðast at flyta hagar, børnini ella onnur avvarðandi búgva, tí einki annað er teimum í boði.
Tað er eisini ein vakur tanki, at eitt nú børnini taka sær av sínum gomlu og á henda hátt kunnu løna foreldrunum tað aftur, sum tey hava verið fyri síni børn.
Gerast árini nógv, kann væntast, at neyðugt er við stuðli til familjur, sum hava eldri fólk búgvandi. Í fyrstuni kunnu familjurnar hjálpast við heimahjálp og avbera góðu skipanini við dagstovnum, men sum frálíður er tað ikki nóg mikið. Størri inntriv mugu gerast, um tey gomlu skulu hava góð og virðilig ellisár. Annars verður tað bert til eitt dagligt baks, sum sindrar tilverugrundarlagið hjá teimum gomlu og teimum, sum varða av.

At liggja øðrum til byrðu
Hava tey gomlu skil fyri síni lagnu, er tað sum steinur oman á byrðu at kenna seg verða til fortreð fyri síni kæru. Kann eingin ímynda sær, hvussu ræðuligt tað er, eftir eitt langt og strævið lív, at vera ein byrða fyri síni?
Hvussu vælviljaðar familjurnar hjá teimum gomlu enn eru, so kunnu tey ikki megna at geva teimum umstøður, sum eftir røttum áttu at verið ein almenn uppgáva. Stríð er frá morgni til myrkurs.
Eru tey gomlu illa fyri, hevur familjan ampa av at fara til arbeiðis og eisini ampa, tá tey koma heimaftur, tí orkan er ikki til at gera stórvegis við málið. Hjá familjunum gerst tilveran enn torførari, tí eingin veruligur glotti er fyri framman.
Hava vit gomul foreldur, eru børnini eisini komin so væl til árs, at tey ikki hava orku at fáa arbeiði og heimalív at ganga upp í eina hægri eind

- 100 eru í somu støðu sum tit
Eftir hetta kundi ein hugsað sær, at nú noyðist tað almenna at hjálpa til, men gakk. Alt meðan vit byggja tunnlar og kjakast um, hvussu gagnligt tað er fyri vinnuna, hava vit ikki ráð at geva teimum gomlu trygg kor seinastu tíðina, tey eru í hesum heimi.
Sjálvandi skulu vegir og tunlar ikki setast upp móti eldraforsorgini. Heldur hinvegin  hava vit ráð at útbyggja infrastrukturin, hava vit avgjørt eisini ráð at taka okkum av teimum gomlu.
So byrjar biddaragongdin í royndini at fáa almennu myndugleikarnar í talu. Hóast væl vitandi, at tað ikki gevur úrslit, venda fólk ranguna út á sær sjálvum fyri at fáa avvarðandi myndugleikar at skilja, hvussu vánaligar umstøðurnar eru heima. Svarið er: - Vit vita væl, hvussu skilið er, men vit kunnu einki gera. 100 familjur eru í somu støðu sum tit!
Tað er mannminkandi fyri allar partar.

Takkarlønin
Eftir eitt langt lív er tað takkarlønin, tey gomlu fáa, fyri at hava lagt lunnar undir hetta samfelagið.
Hvørjir eru okkara politikarar, sum ikki hava virðing fyri teimum gomlu? Er framkomna samfelagið, sum somu politikarar so spelknir vilja kalla tað, ikki ført fyri at gera nakað ítøkiligt fyri at bøta um støðuna á eldraøkinum? Tað ber stutt sagt ikki til og er enn minni til at liva við. Tað er ófyrigeviligt, at vit skulu sleppa okkara gomlu upp á fjall við einføldu umberingini, at tað eru fleiri, sum eru verri fyri.

Tómt tos og faktir
Tørvurin at útbyggja á eldraøkinum fellur ikki burtur, fyri tað um myndugleikarnir blunda og lata standa til. Trupulleikin hvørvur ikki av sær sjálvum, heldur hinvegin. Um nøkur ár eru tað tey ráðandi, sum fara at hava sama tørv, og tá er eingin góða mamma.
Í nútíðar samfelagnum gongur alt við rúkandi ferð. Tað tykist, sum halda vit okkum vera ódeyðilig. Vit skúgva til viks hugsanina um, at lívið broytist við árunum, og at vit kanska ein dag kunnu gerast gomul og óhjálpin.
Hava okkara politikarar akt, sum teir hava makt, hava teir at gera so væl at taka viðurskiftini hjá okkara gomlu í álvara og gera nakað við tað. Alt annað er tómt tos og faktir, sum eingin kann taka fyri fult, og er bert at sammeta við tómt túnatos 4. hvørt ár, tá valstríð er.