European Cup: H71 tapti aftaná longda leiktíð

Tað manglaði sera lítið í, at H71 koppaði niðurlendska liðnum, Venlo

Tað gekk akkurát ikki hjá hoyvíkskvinnum í European Cup dystinum móti niðurlendska liðnum, Fortes Venlo.

 

Aftaná tvær ferðir fimm minuttirs longda leiktíð mátti H71 lúta 39-40. Støðan aftaná vanliga leiktíð var javnleikur 35-35.

 

Tá 58 minuttir vóru leiktir av vanligu leiktíðini var H71 á odda 35-32, men niðurlendska liðið megnaði at skjóta trý mál seinastu løtuna, og harvið vinna sær longda leiktíð. Í steðginum var H71 á odda 15-12.

 

Málskjúttar: Anna-Elisabeth H. Weyhe 14, Maria H. Weyhe 9, Karin Egholm 8, Rakul Christiansen 2, Karina D. Heinesen 2, Inga Maria Joensen 1, Tóra Róadóttir 1, Fjóla S. Vilhelm 1, Elida Joensen 1.