Áðrenn Vágatunnilin kom, stóðu bilar í kø í Vestmanna og á Oyragjógv, og ferjusambandið var ein fløskuhálsur, sum tarnaði ferðsluni. Tá Vágatunnilin varð liðugur, loysti hann ein trupulleika, og tá fløskuhálsurin hvarv, blómaði Vágoyggin. Fólkatalið vaks, og nýggir býlingar vuksu fram bæði í Sandavági og í Miðvági.
Hyggja vit at Klaksvíkini, hevur tað fasta sambandið ikki havt somu ávirkan. Tøl frá Landsverki vísa, at pendlingin millum Eysturoynna og Klaksvíkina er vaksin, men einki stórvegis er hent við sjálvum býnum. Fólkatalið er ikki vaksi, og pendlingin millum Havnina og Klaksvíkina kom aldrin.
Spyrt tú búskaparfrøðingin Magna Laksáfoss verða árinini av tunlunum til Sandoynna og Eysturoynna lík Klaksvíkstunlinum.
"Áðrenn vit fingu Vágatunnilin stóðu bilar í langari kø í Vestamanna og á Oyragjógv. Allir bilarnir passaðu ikki í ferjuna hvørja ferð. Í Klaksvík sá tú onga tílíka kø á keiini. Har var eingin forðing sum so í samferðsluni, og tí hendi ikki stórvegis broyting, tá tunnilin til Klaksvíkar kom", sigur Magni Laksafoss. Ikki annað enn, at tað er vorðið nógv lættari at vera klaksvíkingur. Hann heldur, at tað sama er galdandi fyri Eysturoyartunnilin.
"Eysturoyggin er ein miðdepil longu í dag. Her liggja nógvar av teimum stóru vinnunum - tað broytist ikki fyri tað um ein tunnil kemur. Tá útbygging av einum vegakervi, brúgv ella tunnil førir til, at eitt útjaðarøki blómar, er tað altíð, tí ein fløskuhálsur tarnaði ferðsluni og einari positivari menning, áðrenn útbyggingin varð framd. Ongar forðingar eru í samferðsluna millum Havnina og Eysturoynna í dag. Tú kanst koyra allan vegin. tað tekur ikki serliga langa tíð og tað kostar ikki serliga nógv", sigur Magni Laksáfoss. Hann heldur ikki, at tann lítli tímin, sum summi kunnu spara, ger nakran stórvegis mun. Hann leggur aftrat, at tað negativa árinið er, at Sundalagið verður "by-passað".
Haraftrat verður núverandi vegurin verandi, og han skal eisini viðlíkahaldast. Tá tunnlarnir til Vágar og Norðoyggjar komu, kundu vit niðurleggja verandi farleið – hetta kunnu vit ikki tá talan er um Eysturoyartunnilin.
"Hyggja vit at Sandoynni, er myndin eitt sindur øðrvísi. Tú sparir pengarnar til ferjuna, og tú sleppur undan, at fólk skulu standa og bíða, men hetta eru smáting, og er heldur ikki nakað, sum ger mun í samfelagsligum høpi", sigur Magni Laksáfoss. Hann ivast tó ikki í, at tunlarnir verða goldnir aftur uttan trupulleika.
Tunlarnir bera seg
Landsverk hevur gjørt eina Cost Benefit meting av tunlunum sum vísir, at tað loysir seg at gera teir. Tað vil siga, at teir betala seg aftur uttan trupulleika, men teir hava ikki mett um onnur viðurskifti ella árin av tunlunum.