Eingin endurvenjing til tey gomlu

Síðani august mánað í ár hevur Boðanesheimið royndarkoyrt eina verkætlan, har tey hava bjóðað eldri fólkum samdøgursrehabilitering. Tilboðið hevur riggað sum ætlað, og brúkararnir eru væl nøgdir. Men nú er óvist, um Boðanesheimið kann halda fram við samdøgursrehabilitering næsta ár, tí pengar eru ikki játtaðir til endamálið

Leingi hevur verið tosað um, at eldru borgararnir skulu sleppa at vera í egnum heimi sum longst. Fyritreytin, fyri at hetta letur seg gera er, at tey gomlu hava neyðugu førleikarnir, soleiðis at tey kunnu klára seg so væl sum gjørligt heima við hús.

Í summar fór Boðanesheimið undir at royna eina verkætlan, har eldri fólk, sum búgva heima og hava tørv á endurvenjing, kundu koma á heimið í eitt tíðarskeið til eina sokallaða samdøgursrehabilitering. Royndarverkætlanin endar 20. desember í ár.

- Høvuðsendamálið við rehabiliteringini er, at tey gomlu skulu halda seg í gongd, soleiðis at tey kunnu verða búgvandi í sínum egna heimi sum longst. Tað er jú ynskið hjá teimum allar flestu eldru borgarunum, og harafturat hevur tað við sær, at samfelagið sparir eina rúgvu av pengum, tí tey gomlu hava ikki tørv á røktarheimsplássi, sigur Jóngerð Guttesen, sum er leiðari á Boðanesheiminum.

Hon er stak væl nøgd við endurvenjingarskipanina, sum tey royndarkoyra fram til 20. desember. Og sum landið liggur nú, kunnu tey ikki halda fram við tilboðnum næsta ár – tilboðnum, sum skal hjálpa eldri fólkum at klára seg sum longst í egnum heimi.

- Trupulleikin er, at vit hava fleiri umsóknir frá gomlum fólkum, sum ynskja at sleppa í samdøgursrehabilitering. Men vit kunnu ikki bjóða teimum hetta tilboðið, tí vit fáa ikki játtað ta einu milliónina, sum skal til, um vit skulu halda fram við tilboðnum. Vit hava snøgt sagt ikki pengar til tey starvsfólkini, sum skulu til, um vit skulu hava samdøgursrehabilitering, sigur Jóngerð Guttesen.


Vilja brúka húsið

Leiðarin á Boðanesheiminum sigur, at endamálið við royndarverkætlanini við endurvenjing hevur verið at vísa, at tað ber til at hjálpa teimum gomlu soleiðis, at tey kunnu vera heima sum longst, sum tey eisini ynskja.

- Vit hava tær røttu umstøðurnar her, sum kunnu nýtast til endamálið, tí vit hava best útgjørdu fysioterapiina í Havn fyri ikki at siga í øllum Føroyum, vit hava fakligheitina, og so eru eisini búrúm her á heiminum, sum eru gjørd til endamálið. Umstøðurnar kundu ikki verið betri, sigur Jóngerð Guttesen og heldur fram:

- Vit vilja fegin brúka húsið og brúka til meir enn bara eitt røktarheim. Vit hugsa frameftir, og ístaðin fyri at einans at hugsavna okkum um uppgávurnar, sum skulu gerast í dag, ynskja vit at gera ein mun og hjálpa brúkarunum sum best. Vit hava umstøðurnar, men mangla pengarnar, greiðir Jóngerð Guttesen frá.


Áhugin er stórur

Av tí at verkætlanin hesar seinastu mánaðirnar bert hevur verið ein royndarverkætlan, hava tey á Boðanesheiminum ikki lýst við tilboðnum. Allíkavæl hava tey merkt ein stóran áhuga frá eldri borgarum, ið ynskja at sleppa til endurvenjing.

- Í løtuni hava vit 11 umsóknir liggjandi, og eg ivist ikki í, at høvdu vit lýst við tilboðnum, hevði talið á umsøknum verið nógv hægri. Um hesi fólkini ikki sleppa til endurvenjing, so enda tey á akutta bíðilistanum hjá Tórshavnar Kommunu til at fáa búpláss á einum røktarheimi. Og tað er her, at vit meta, vit kunnu fara inn og gera ein mun, sigur Jóngerð Guttesen.

Hóast tey hava megnað at havt samdøgursrehabilitering í ár, merkir tað ikki, at tey eisini klára tað næsta ár.

- Vit hava havt tann fyrimunin í ár, at starvsfólkini hjá okkum hava ikki havt rætt til so nógva feriu, tí fleiri av teimum byrjaðu í januar. So tú kanst siga, at vit hava spart hasa milliónina, sum tilboðið kostar, í og við at vit ikki hava skula goldið starvsfólkunum summarferiu. Og tað er bara tí, sigur leiðarin á Boðanesheiminum og vísir aftur, at Boðanesheimið kann gera sparingar innanhýsis, soleiðis at tann eina milliónin kann fáast til vega.

- Vit hava spart niður í botn, og her eru ikki fleiri knøttar, sum kunnu stillast, staðfestir Jóngerð Guttesen og heldur fram:

- Tá samanum kemur er trupulleikin uttan iva, at landið vil ikki satsa upp á hetta økið, av tí at kommunurnar allíkavæl skulu taka yvir. Men at vit ikki kunnu fáa pengar til at hjálpa okkara eldru borgarum at vera heima sum longst, og harvið spara samfelagnum pengar, tað kann ikki vera rætt, slær Jóngerð Guttesen fast.