Í morgun vóru grindaboð vesturi í Vágum. Ein grind varð funnin út fyri Bøsdalafoss, og hon gekk eystureftir. Avgjørt varð tí at reka hana á Sandavág, har hon legði beinini.
Sambært Kára Thorsteinsson, sýslumanni, so var talan um góðar 100 hval. Tað sigur hann við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Sagt varð fyrst, at hon var mett at vera millum 80 og 100 hval.
Tá in.fo tosaði við sýslumannin um middagsleitið segði hann, at springarar vóru uppií, og at teir fóru at royna at skilja teir burturúr. Tað vísti seg tó, at talan var um hvessing.
– Men tað gjørdist einki við teir, teir kavaðu og vóru burtur, segði sýslumaðurin við útvarpið.
Hann segði víðari, at grindin gjørdi landgongd, at drápið gekk hampuliga væl og tók líka undir 20 minuttir.
Sýslumaðurin væntar, at seðlarnir koma út seinni í kvøld, hann visti ikki neyvt at siga, men vónaði um 21-22 tíðina.
Men hann var vísur í, at tað verða heimapartar eisini, tá grindin er so stór og skinnatalið so stórt, segði hann við Kringvarpið.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##















