Pól F. Joensen er óivað ein av mest virdu føroysku yrkjarunum yvirhøvur. Hóast hann eisini var nógv umhildin av síni samtíð, so er eingin ivi um, at hann tíðum provokeraði somu samtíð meira, enn gott var. Ikki minst var hann sera speiskur mótvegis kristnu rørslunum her á landi, og sum føroyska samfelagið var skipað tá, so skapti hetta mangan mikla øsing mótvegis skaldinum.
Saman við restini av heiminum, so eru Føroyar broyttar. Men broytta tíðin og ein nútímans hugburður hava á ongan hátt skakað aktualitetin hjá sumbiarskaldinum. Meira enn nakar hevur Hanus G. Johansen verið við til at hildið lív í yrkingunum hjá Pól F., og 18. november – á 114 ára degnum hjá skaldinum – kom nýggj útgáva á marknaðin. Hesa ferð við heitinum, Á fold eru túsund gudar.
Eingin sannleiki
Hanus sjálvur er ivaleysur, tá vit spyrja hann, um aktualiteturin og nervin í yrkingunum hjá Pól F. er hin sami nú, sum hann var í tíðini, tá orðini vórðu sett saman.
– Sjálvandi eru nakrar av yrkingum hansara merktar av samtíðini. Eitt nú, tá hann umrøður sluppirnar, sum tá vóru. Men spurningarnir, sum hann nertir við, eru ikki bundnir at tíðini. Ikki minst tí hann setir spurningar um lívið og um tankarnar hjá fólki, sigur Hanus.
Ein partur av tí, sum Pól F. yrkti um, og sum ofta skapti øsing, var hansara speirekan av kristindóminum her í landinum. Er samfelagið einki broytt í so máta, ella er kristna mentanin eins fundamental í dag, sum hon var tá?
– Hon er nógv verri í dag! Men Pól F. yrkti ongan tíð ímóti kristindóminum. Men hann yrkti móti teimum, sum siga seg vera kristin. Eitt nú prestar og missionerar, sum taka sær patent upp á átrúnaðin. Nakað sum eg ikki haldi vera serliga heppið.
– Tí hetta er við til at skapa eina fanatismu, har átrúnaðarligi spurningurin bert hevur eina loysn. Eg meini so við. Tað eru milliardir av fólkum í heiminum, og tey hava allar møguligar gudar. Tú kanst ikki siga, at øll hini eru býtt, bara tí teirra gudsfatan er øðrvísi enn tín egna. Tá haldi eg í øllum førum ikki, at tú hevur hugsað serliga langt.
– Her í Føroyum tykjast vit halda, at protestantiska fatanin av kristindóminum er tann einasta rætta trúgvin. Og vit í okkara lítla landi eru aftur býtt í eina rúgvu av bólkum, sum hvør sær sigur seg hava rætt. Og tosa vit um kristindómin – sum aftur bara er ein av fleiri religiónum – so eru meginparturin av teimum kristnu í heiminum altso katolikkar, so eg veit ikki, hví akkurát protestantar skulu hava meira rætt enn onnur.
Túsund Gudar
Heitið á útgávuni – á fold eru túsund gudar – sipar til, at tað er átrúnaður heldur enn kristindómur, sum Pól F. og Hanus vilja pilka eitt sindur við.
– Tað er tað avgjørt, og eg haldi ikki, at Pól F. hevði nakað ímóti kristindómi fram um aðrar átrúnaðir. Sjálvt heitið er tó fyrsta reglan í tí aðrari av tveimum yrkingum, sum vóru útgangspunkt fyri útgávuni. Upprunaliga eitur yrkingin Eros, men við loyvi frá soninum hjá Pól F., so slapp eg at broyta heitið. Eros er jú sangurin hjá Frændum, so tað vildi spilt spælið, um eg brádliga hevði eitt lag við sama heiti.
Á fold eru túsund gudar
Bert ein dyrka øll í verð
Til Eros hin elskhugsheita
Alt livandi offur ber
– Hetta er fyrsta ørindi í yrkingini, og hon sigur sera væl, hvussu nógv ella lítið átrúnaður er verdur. Tí gudarnir eru so ymiskir.
– Saman við eini aðrari yrking var hendan grundarlagið, tá eg byrjaði arbeiðið við útgávuni. Tvær yrkingar, sum eg gjørdi lag til eina ferð í 80'unum, og sum eg nú vildi sleppa av við.
– Hin snýr seg um eitt par, sum ferðast frá einari religión til aðra. Tey fáa børn, sum hvørt eru býttari enn annað, og fyri hvørt barnið skifta tey átrúnað í vónini um, at hetta kann hjálpa teimum. Tey fara alla mylnuna her heima hjá okkum, og tey enda sum katolikkar. Tá fáa tey tvíburar, sum ikki eru petti frægari enn øll hini. So hóast tey royndu alt í síni tráðan móti Gudi, so var hetta alt til onga nyttu.
Men er átrúnaðurin so púrasta nyttuleysur í tínum hugaheimi?
– Eg haldi ikki, at eg havi stórvegis nyttu av átrúnaði. Men tað eru fleiri, sum hava nyttu av honum. Tað gevur teimum nakað at styðja seg til og at savnast um. Men eg vildi nú ynskt, at tey kundu hildið uppat at banka fólk í høvdið við bíbliuni ella øðrum lærdum skriftum.
– Í nógvar mátar er hetta jú bert eitt amboð, sum verður brúkt til at uppdraga fólk við. Og tá vildi tað verið betri, um vit bara lærdu, hvat er gott, og hvat er ringt, sigur Hanus G. Johansen.
- - -
Pól var funnin fressur
Hanus G. Johansen í nærum hálva øld hevur virkin partur av føroyska tónleikaumhvørvinum. Men hóast hann havt sín leiklut innan eitt breitt tónleikaspektrum, so eru tað fyrst og fremst hansara tulkingar av yrkingum hjá Pól F., sum eru vørumerki hansara.
– Tað er kanska ein longri søga, at tað gjørdist júst so. Eg byrjaði á mínum guitara longu í 60’unum, og eins og hjá so nógvum øðrum, so vóru tað løg hjá Beatles og øðrum kendum bólkum, sum fyltu mest hesa tíðina, sigur Hanus.
– Seinni fór eg at gera bæði løg og yrkingar, men hetta seinni mundi ikki liggja serliga væl fyri. Eg var í øllum førum sannførdur um, at hetta dugdu onnur nógv betur enn eg, og einaferð í 70’unum fór eg so undir at seta løg til yrkingar hjá øðrum. Her kom eg sjálvandi fram til hópin av tilfari, men tá eg ta einu ferðina kom í holtur við yrkingasavn hjá Pól F., var at kalla leyst og liðugt.
– Eg havi ongan tíð kent hann, men vit hugsa sera líka um nógv viðurskifti. Hjá øðrum yrkjarum er tað so, at eg velji einstakar yrkingar út, sum hóska til mín. Hjá Pól F. er hendan rúgvan mest sum ótømandi. Tað fellur mær sera lætt at gera løg til hansara yrkingar, og fyri meg sum listamann hevur hetta verið funnin fressur, sigur Hanus.