maður hevur lagt eitt ófatuliga stórt arbeiðið, í alt tað, sum hann hevur fingist við. Hann hevur havt eitt "Jobs-tol", og er alt, sum hann hevur lagt eftir seg, sera væl úr hondum greitt. Um tú lesir [...] sum duga vanligan fólkaskikk. Hvat nyttar tað at vera klókur, tá tú ikki hevur vísdóm, til at brúka tína vitan ? Hvør er klókari, - tann sum fer á bingo í Skáalnum, ella tann sum fer í Norðurlandahúsið [...] meiri, - tann sum hyggur eftir fótbólti í Gundadali, ella tann sum fer í Listaskalan at skoða listina hjá Ingolfi ? Hvør avger, hvat er klókt og hvat er minni klókt ? Um ein lesur greinirnar í bløðunum
gávu til okkara. Tú vart altíð so hjálpsamur, og tú hevði altíð umsorgan fyri teimum, tú vart um. Ikki minst tá vit hugsa um ommu og abba. Tá vart tú tann, ið nýtti mestu tíðina at ganga teimum til handa [...] Nólsoy. Góði Gudmund! Tú ætlaði tær títt við lívinum. Tú fekst tað ikki, og tú gavst á hondum. Hetta var stórt spell, tí hóast kærleikstrega ella onnur duld og døpur mein, so hevur lívið so ómetaliga mangt [...] viðurkenna, at tú valdi at fara ? frá teimum, sum vóru góð við teg, og teimum, sum tú vart góður við. Tað kundi verið so mangt at trivið í, tá talan er um eitt menniskja, sum tú altíð hevur kent. Altíð.
og kunnu avgerða hvat vit skulu nýta okkara lív til. Vit skulu nú taka eina týdningarmikla avgerð í lívið okkara og finna útav, hvat vit vilja ávirkað í samfelagnum ella stutt sagt, hvat fyri hyll vit vilja [...] okkum í framtíðini. Hesin dagur hevur staðið fastur í hugaheimi okkara, líka síðan vit fyri okkurt um tveimum mánaðum síðan spent fóru at taka mát til húgvurnar. Men hví hevur húgvan so nógv at siga fyri okkum [...] tad seinna var á veg, men tað varð tíbetur ikki til nakað, tá í avtornaði. Vit hava ásannað, at verkfall ikki altíð er so rættvíst, men hava eisini lært at berjast fyri eini sak, sum í síðsta enda skuldi
sakni teg hvønn tann einasta dag, men hvat kann eg gera við tað? Eg kann koma oman til tín, men tú kanst bara ikki koma niðan til mín. Hevði tú verið her í dag, So hevði tú meg í fermingarkjólanum, frá tær [...] “Verð hjá mær, bara verð!”. Onkuntíð komi eg til tín til eitt tos, men tað er bara tá, eg leingist eftir tær, ella alt er á gos. Eg verði kedd av og á, og tað er tú, sum hjálpir mær víðari tá. Hóast eg ikki [...] teg, so lukti eg luktilsið, tá tú “gongur” framvið meg. Eg vildi ynskt, at tú var her hjá mær nú, so kundu vit sitið og práta. Bara eg og tú. Vit kundu spunnið hár, sum tú ætlaði at læra meg at gera, men
tíðindaleiðararunum. Hóast eg havi lisið tað gjøgnum nakrar ferðir dugi eg bara ikki at síggja, hvat er galið. Síðani nær er tað galið at almennur miðil bjóðar politiskum flokkum til kunningarfund um komandi tiltøk [...] ” sjálvsaga” og ”sjálvsprísan”, sum løgtingsmaðurin tekur til. Vil seta ein spurning fram til løgtingsmannin at vísa okkum óvitandi á júst hvat er galið við ynskinum um at hava eitt ” fólkaræðiligt hátíðarhald [...] ikki einans ein hjálp til politisku flokkarnar og teirra valevni? Skotbrái ov langt? Men undrast kann yvur, at løgtingsmaðurin finst at Kringvarpinum um at verða ov tíðliga úti til komandi valstríð. Hví
er so undarligt, at eg ikki kann ringja norð til tín, og líka hoyra hvussu tú hevur tað, og hvat tú ger, og hvat tú bindur nú, ella hvat tú fer at hava til døgurða í dag. Á sum eg sakni at fortelja mammu [...] Mamma, eg av hjarta takki tær fyri alt, tú givið hevur mær, fyri barnaheim og kærleika tín, takk, tú minnist enn í dag til mín. Pápi heim til Harran farin er, til bústað sín, men ei hann gloymdur er, tykkar´ [...] við at útseta tað. Mamma okkara er farin heim til Harran, til tann bústað sum varð gjørdur henni til reiðar, heim til Hann, sum hon hevði givið sítt lív til, og sum hon elskaði. Hon var so trygg í Gudi
serligum atliti til máting av fuktpreferansum. Fuktpreferansa merkir, um ein yvirflata tolir vatn ella olju. Eitt sigandi dømi er, um tú slettir vatn á ein fugl, so perlar tað av aftur, men slettir tú olju á hann [...] nýtast at finna fram til nøgdina í einum oljubrunni. Tøknin gevur boð upp á, hvussu nógv olja er í brunninum og hvussu hendan kann útvinnast. Eisini ber til við hesi tøknini at finna fram til, hvussu oljubrunnurin [...] doktararitgerðini er »Fuktpreferansu mátingar við kjarnumagnetiskum resonansi«. Unn Højgaard á Lað hevur lisið á Institutt fyri petroleumstøkni við Universitetið í Stavanger. Kjarnumagnetiskur resonansur byggir
Løgreglan hevur ikki reiðiliga fingið greiði á, hvat er hent, ella hvussu tjóvurin hevur fingið fatur á lyklinum, men tey hava kannað bilin, og hava tikið ymsar DNA royndir, sum nú verða sendar til greiningar [...] sunnunáttina, at ringt varð til løgregluna at boða frá, at ein bilur var stolin, har hann stóð parkeraður í miðbýnum í Havn. Løgreglan sigur, at ein maður, sum hevði lisið um at bilurin var horvin, gekk
okkara hevur. Men aftur til tað tú skrivaði – tú bólkar samkynd undir eitt og dregur tey niður í díkið og traðkar á tey, samstundis sum tú tekur rættin til, at draga Guð, sum einki menniskja hevur sæð, niður [...] samkyndum. Tí hevði tað verið áhugavert at vita, hvagani tú hevur hesi tíðindi ella hvar tú hevur hitt hesi menniskjuni. Eftir míni sannføring virðir tú ikki landsins lóg sum paragraf 266 b. Sambært hesi lóg [...] ikki verða øðrvísi, tá man ikki livir tað lív man er skaptur til.” Nær liva vit lívið vit eru skapt til ? Hvør kasti fyrsta steinin? Útsøgnin ella skrivingin er á einum støði sum er sera ræðandi fyri meg.
Studentaskúlanum á Kambsdali hevur lisið ensku barnabókina Harry Potter, sum verður givin upp til próvtøku. Harry Potter hevur upptikið sinni teirra seinastu vikurnar. Eftir at hava lisið ta einu bókina er onkur [...] sum tó hevur samband við ein ósjónligan gandaheim. Hevur bókin um Harry Potter nakran lærdóm ella boðskap at siga lesaranum? Hvørji virði verður dentur lagdur á? - Høvuðsboðskapurin er, at tú skalt ikki [...] sett heimsmet, hvat sølu viðvíkur. Tær fýra bøkurnar eru seldar í fleiri enn 35 milliónum eintøkum kring heimin, og Harry Potter er týddur til 35 ymisk tungumál. Rithøvundurin Rowling hevur fingið eini 500