Parið
Eyðkenni: Tey eiga hvør sína teldu. Arbeiða á skrivstovu ella eru lesandi. Hava yvir 500 Facebook-vinir.
Á Facebook: Tey skriva ofta, hvat tey gera - til dømis "Havi gjørt ein lekran døgverða - mums". Hin parturin er skjótur at trýsta á "Dáma". Um onkur av teimum letur Facebook standa opið, fer hin inn og skrivar "Ohhh sum tað er deiligt, at hava heimsins besta mann" ... og so flenna tey í kíki...
Tá tað nærkast songartíð, sendir hon eini kjattboð til hansara og spyr, um tey ikki skjótt skulu fara í song, hann svarar aftur við einum hjarta og einum geispandi smiley.
Foreldrini
Eyðkenni: Eiga eitt ella tvey børn. Undir 40 ár og dámar væl at taka myndir.
Á Facebook: Leggur nýggjar myndir út fleiri ferðir um vikuna. Flestu myndir eru av børnunum og teirra menning. Sum status eru oftani sitat um, hvat børnini hava gjørt og sagt. Til dømis " Í dag segði Emma, 2 ár fyrstu ferð - eg elski teg mamma". Foreldrini hava sjálvandi eisini egna heimasíðu ella bloggu til barnið, og tá nýtt er at frætta har, leggja tey eina leinkju inn á Facebook.
Tíðindafróði
Eyðkenni: Lesur øll bløð - bæði á netinum og pappírsbløð. Er ítróttarfjeppari og fylgir væl við í samfelagsspurningum.
Á Facebook: Merkist mest, tá onkur stór tíðindi eru at frætta. Um tað er ein stórur ítróttardystur er hann skjótari enn allar aðrar heimasíður at siga frá støðuni. Gevur oftani góð tipp til bløðini og onnur, ið eru áhugað ísamfelagsspurningum. Hansara inlegg fáa oftani nógvar viðmerkingar.
Narcissisturin
Eyðkenni: Kann vera bæði kynini, oftast undir 25 ár og stakur.
Á Facebook: Skiftir vangamynd fleiri ferðir um vikuna. Hevur forrit á telduni, ið tekur gódar myndir, og tær, ið hann ikki leggur út sum vangamyndir, goymir hann í eini skjáttu, ið eitur "Just me". Nakrar av myndunum eru hálvnaknar og vísa vælvandar vøddar og nýbleiktar tenn.
Nærgangni
Eyðkenni: Her eru allir aldursbólkar umboðaðir. Flestu eru tó kvinnur, ið ikki ræðast at siga ov nógv.
Á Facebook: Nógv halda at hendan typan er stuttlig at hava sum vinur, man rodnar eitt sindur tá man lesur og hugsar oftan "Ups, vónandi lesur mamma tín/stjórin/ex-sjeikurin ikki hetta". Nærgangni fortelur alt - kann gott finna uppá at fortelja, hvussu avføringurin var, tá menstratiónin er komin, og hvussu hon er. Dømi uppá, hvat hendan typan kann finna uppá, er at leggja myndir út av føðingini, og tá vísa ALT - uttan sensur.
Forvitni
Eyðkenni: Hevur nógvar vinir og fær støðugt fleiri. Nýtir fleiri tímar dagliga á Facebook.
Á Facebook: Hesa typuna merkir ein ikki so nógv til á Facebook, heldur merkir tú hana, tá tit hittast til føðingardagar, og hon kennir tín mann, børn, verforeldur og arbeidsfelagar aftur við navni, og tú situr sum kánus - "Hvussu veit hon alt hetta?" - svarið er einfalt - forvitni er inni á tíni Facebook-síðu og hyggur eftir myndum og lesur viðmerkingar. Á hendan hátt veit hendan typan eina rúgvu um teg og tíni.
Ómettandi
Eyðkenni: Hevur yvir 1.500 vinir og finnur dagliga nýggjar vinir. Er við í bólkinum "Øll sum hava undir 500 vinir eru looosers". Hevur oftani starv innan fjølmiðlar ella politik.
Á Facebook: Skrivar oftani um sítt starv. Viðmerkingar til tíðindasendingar ella greinir, hon hevur lisið. Fær eina rúgvu av viðmerkingum, eftisum hon oftani er ein persónur, ið hevur vald. Vinirnir hjá hesum persóninum vita ikki rættuliga, hví tey eru Facebook-vinir - tað er bara stuttligt at hava ein "kendan" persón í sínum vinaskara.
Informatiónsfróði
Eyðkenni: Hevur oftani arbeiði á skrivstovu ella er arbeiðsleysur. Er rættuliga upptikin av sær sjálvum og eigur eina Iphone, har flestu uppdateringarnar koma frá.
Á Facebook: 08:15 Morgunkaffi var gott - 09:30 Næsti koppurin er farin niðurum - 10:50 Nú byrjar man at leingjast til døgverðan ... og soleiðis heldur hendan typan á fram allan dagin. Oftani heilsar henda typan sínum Facebook vinum góðan morgun og góða nátt. Um hann keypur nakað, kemur tað eisini við, og tá tit so hittast úti, er hann kløkkur, um tú ikki hevur fingið við, at hann hevur keypt nýtt sjónvarp.