Læs herfyri bókina "Zar Kurski Torjzski" hjá russiska rithøvundanum Reyvkoski Umba Sumba. Hesa bók høvdu allir føroyingar havt gott av at lisið. Sjálvur læs eg hana á russiskum, men eg ivist onga løtu í, at ein so góð bók, av einum so ríkum og gevandi rithøvundi, eisini finst á fronskum ella týskum.
Ja, nakað soleiðis kann ein grein í okkara tíðindabløðum byrja. Og hon endar eins hástór: Kelda 1: Ein døgurði hjá Russiska diplomatinum í Prag, - kelda 2: Bókin "Sovjet ? a land of freedom" eftir Peter Igornovatov og kelda 3: "Siberia" eftir Olgu Tjakovski.
Ja, hvat skal Palliba halda?
Tað eru nógv vælskrivandi fólk í Føroyum. Tey flestu kenna, at tað at skriva, er eitt kall. Tað, at ein søga, ella eitt evni, sum liggur teimum so nær, at tey eru noydd til at taka til pennin, fyri at fáa tað fest á blað. Hetta fyri at reinsa tann produktiva partin av heilanum, soleiðis at pláss er fyri nýggjum spennandi evnum. Hetta eru sum oftast fólk, sum hava virðing fyri okkara søgu, nútíð, mentan og tí politiska lívinum. Hesi fólk vita, at tey hava evnir, og at ábyrgd fylgir við hesum evnum. Tí er tað altíð hugaligt at lesa teirra greinar og viðmerkingar. Nú um dagarnar verða brøvini hjá Jákupi doktara upplisin í Útvarpi Føroya. Hesin djarvi og klóki maður hevur lagt eitt ófatuliga stórt arbeiðið, í alt tað, sum hann hevur fingist við. Hann hevur havt eitt "Jobs-tol", og er alt, sum hann hevur lagt eftir seg, sera væl úr hondum greitt. Um tú lesir hansara brøv, so er einki, sum eitur sjálvrós. Tú finnur ikki eitt orð, har hann upphevjar seg sjálvan á nakran hátt. Øll hini eiga rós, - hann er bert ein ar-beiðari, sum hevur pennin sum arbeiðstól. Man kann ikki umganga at fáa virðing fyri slíkum menniskja.
Ta seinastu tíðina eru tað fleiri og fleiri vælskrivandi fólk, sum gera vart við seg í teirri føroysku pressuni. Tíverri hava hesi fólk bert ein málsetning við sínum greinum og viðmerkingum. Og tað er at greiða øllum øðrum føroyngum frá, hvussu klók tey sjálvi eru. Tey skriva um alt og einki, men ímillum linjurnar kanst tú lesa, hvussu nógv tey halda um seg sjálvi. Tey hava ein ófatuligan tørv fyri at upphevja seg sjálvan, sum nøkur yvirklók menniskjur. Evnini, ið tey skriva um, eru sera ymisk. Men felags fyri allar hesar greinar er, at lesarin skal fáa ta fatan, at aftanfyri greinina býr eitt flogvit, sum kann reksa upp russiskar heimspekingar og gomul greksk orðatøk í svøvni. Hesi fólk elska eisini at endurgeva stórar rit-høvundar, líkasum fyri at fortelja okkum "minni klóku", at hetta er standard-lesnaður hjá teimum. Tey flestu av okkum kenna seg skítbýtt, tí tað seinasta blaðið, ið vit lósu, var SMS-blaðið. Tað er eisini hamrandi óahugavert at lesa hesar greinar, har tað í hvørjum reglubroti verður víst til keldur, sum fyri tann vanliga borgaran er tað reina skvaldur. Keldur, sum lesarin ongantíð hevur hoyrt um, og sum einans finnast í kjallarum á støvugtum bókasøvnum. Nei betur eru greinar sum t.d. hjá Jákupi doktora, har hvørt orð er sprottið úr heilanum á rithøvundanum sjálvum, og har rithøvundurin sjálvur førir pennin, og kemur við niðurstøðum, sum ein og hvør skilur.
Men hví slíkan tørv at gerast limur í vísdómsfelagskapinum ? og hvat er at vera klókur ? Vóru Mozart og Beethoven klókir ? Hvussu mundu teir klára seg í týskum stíli, - ella í fimleiki ? Var Einstein klókur ? Hvussu mundi hann klára seg sosialt ? Eg veit ikki, eg spyrji bara. Eg havi verið saman við nógvum "býttum" menniskjum, sum eru nógv vísari enn tey klókastu. Eg havi eisini verið saman við menniskj-um, sum skulu eitast at vera klók, men sum ikki so frægt sum duga vanligan fólkaskikk. Hvat nyttar tað at vera klókur, tá tú ikki hevur vísdóm, til at brúka tína vitan ? Hvør er klókari, - tann sum fer á bingo í Skáalnum, ella tann sum fer í Norðurlandahúsið at lurta eftir fyrstu symfonini hjá Sunleifi ? Og hvør víðkar sín sjónarring meiri, - tann sum hyggur eftir fótbólti í Gundadali, ella tann sum fer í Listaskalan at skoða listina hjá Ingolfi ? Hvør avger, hvat er klókt og hvat er minni klókt ?
Um ein lesur greinirnar í bløðunum, sum omanfyri nevndu fólk hava skrivað, so hava hesi flogvit eftir øllum at døma tikið patent uppá allan vísdóm. Men sum ein vinmaður hjá mær plagar at taka til: Hugmóð ella dramblæti stendur fyri falli.
Tað er gott vit hava menniskju, sum seta sær stundir av til at skriva. Men eg haldi, at nógv áttu at umhugsa hvussu tey skriva, soleiðis at vit, sum lesa tað, ikki fáa ta fatan, at tann, sum stýrir penninum, er eitt háflogt nalvaskoðandi menniskja, sum einans skrivar, fyri at upphevja seg sjálvan.