Men lat fara, tí tú ert farin ? og har vendst ikki aftur. Hóast vit vildu givið alt fyri at fingið teg aftur, so mugu vit sláa okkum til tols við fullkomiliga meiningsleysu støðuna ? og tómleikan ? og viðurkenna, at tú valdi at fara ? frá teimum, sum vóru góð við teg, og teimum, sum tú vart góður við.
Tað kundi verið so mangt at trivið í, tá talan er um eitt menniskja, sum tú altíð hevur kent. Altíð. Alt títt lív, so kennist tað sera løgið og svárt at viðganga, at hetta menniskjað er ikki meira, at vit ongantíð aftur skulu síggjast her á fold.
Vit kundu tosað um barnadagarnar uppi í Tórfinsgøtu. Allar tær glaðu løturnar, vit høvdu, tá vit smíðaðu »hyttur«, spældu saman við øllum hinum børnunum í Tórfinsgøtu og har um vegir. Ella tá vit lærdu okkum at ganga í býnum - og smakkaðu vaksnamannalívið. Ella tá Jógvan Edvard spældi neisur, eitt nú tá hann billaði tær inn, at Donny Osmond skuldi koma til Føroya á konsertferð. Tú trúði so fult og fast upp á hetta, tí hetta hevði stóribeiggi sagt tær ? hann hevði eisini sagt, at konsertin skuldi vera í kjallaranum í Uppistovu í C. Pløjensgøtu í Havn, har Losjan tá helt til. Hesum hava vit mangan grinið eftir.
Komnir til mans skiltust vegir okkara á ein hátt. Tú leitaði tær av landinum í lestrarørindum, men vinarlagið frá barnsbeini var altíð har, og soleiðis vórðu vit báðir gubbar hjá døtrum okkara ? og tað var als ikki av tilvild!
Tað tyktist alt so hugaligt, nú tit komu heimaftur og settu búgv í Nólsoy.
Góði Gudmund! Tú ætlaði tær títt við lívinum. Tú fekst tað ikki, og tú gavst á hondum. Hetta var stórt spell, tí hóast kærleikstrega ella onnur duld og døpur mein, so hevur lívið so ómetaliga mangt at bjóða - har eru so mangar dyr, ið eru opnar! Hvørja ferð ein verður latin aftur, so lata fleiri aðrar upp. Heimurin hevur so mangt at bjóða, sum vit ikki vita um, hetta átti tú eisini at vitað!
Prestur tosaði so vakurt um »okkara innaru Nólsoy« ? í fluttari merking, at vit hava okkurt »dult«, sum verjir móti »ódnini«. Um tað dulda í okkum, sum vit ikki vilja siga okkara medmenniskjum. Og rætt hevur hann, tá hann sigur, at vit mugu tosa saman, mugu greiða frá okkara trega, heldur enn at lata hann bylgjast í barmi. Mátti sorgarleikurin um teg, góði Gudmund, lært okkum onnur at sæð virðið í lívinum sum Guds gávu til okkara.
Tú vart altíð so hjálpsamur, og tú hevði altíð umsorgan fyri teimum, tú vart um. Ikki minst tá vit hugsa um ommu og abba. Tá vart tú tann, ið nýtti mestu tíðina at ganga teimum til handa. Tú fórt á posthúsið við v4-seðlinum fyri abba og til handils fyri ommu. Tú las eisini lestur fyri teimum, tá tey ikki longur orkaðu at fara í kirkju ? og hini børnini tosaðu eisini um, at tú altíð rann fyri ommuna. Men soleiðis vart tú bara.
Omma og abbi vóru eisini sera góða við teg ? og tað var eisini tú, sum flutti inn til abba, tá omma doyði, og abbi misti lívsgleðina ? og legði seg at nærmast at doyggja.
Tað er sera torført at skilja, at tú ert farin, góði Gudmund. Vit hugsa aftur og aftur um tað. Kenslurnar eru so nógvar og løgnar. Í okkum bylgist vreiði, undran, ótti. Vit seta okkum eisini spurningin, hvat lívið í verueikanum er til? Duga vit at handfara tað á rættan hátt? Duga vit at »liva« lívið? Duga vit at lurta, at virða, at æra og ikki minst at skilja hvønn annan?
Tað gera vit ikki til lýtar, og valla fáa vit greiðu á hesum heldur. Men tá vit bera eitt ungt menniskja í gørvina, sum sjálvt hevur fyrireikað jarðarferðina, so steðga vit á ? so steðgar lívið eina løtu: Hvat er tað, sum er galið?
Svarið fáa vit ikki?
Góði Gudmund! Saknurin er stórur og sorgin nívur, men tú hevur tað óiva gott, har tú nú ert. Fari at enda hesi fátøku orð við sanginum, tú sjálvur valdi til jarðarferðina, og sum Kim sang so vakurt í kirkjuni. Hetta er ein sangur um at líta frameftir, síggja vónina, um at tú ongantíð skalt ganga eina, men altíð fara fram við vónini í hjarta.
You'll Never Walk Alone
When you walk through a storm hold your head up high
And don't be afraid of the dark.
At the end of a storm is a golden sky
And the sweet silver song of a lark.
Walk on through the wind,
Walk on through the rain,
Tho' your dreams be tossed and blown.
Walk on, walk on with hope in your heart
And you'll never walk alone,
You'll never, ever walk alone.
Walk on, walk on with hope in your heart
And you'll never walk alone,
You'll never, ever walk alone.
Guds friður veri við minninum um ediliga menniskjað, vinmannin og systkinabarnið, Gudmund Lindenskov Joensen.
Eirikur










