Føroyska manslandsliðið hevur skrivað søgu við at vinna søguliga fyrsta EM-endaspælssigurin nakrantíð. Talan var um eitt glæsiligt avrik, har okkara knústu Montenegro 37-24. Í steðginum vóru Føroyar á odda 19-12.
HER ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen.
Føroyar hava trý stig fyri tveir dystir. Nú verður bíðað í spenningi eftir úrslitinum av dystinum millum Slovenia og Sveis.
Montenegro - Føroyar 24-37 (13-19) - EM bólkur D:
Føroyar: Óli Mittún 10, Hákun West av Teigum 9, Elias Ellefsen á Skipagøtu 8, Leivur Mortensen 3, Teis Horn Rasmussen 3, Ísak Vedelsbøl 2, Allan Norðberg 1, Vilhelm Poulsen 1, Bjarni í Selvindi, Pætur Mikkjalsson, Rói Berg Hansen, Tróndur Mikkelsen, Pauli Mittún, Rói Ellefsen á Skipgøtu
Málverjar: Pauli Jacobsen 15/34 44,12 % og Tórður Skorheim Guttesen 0/1
HER eru hæddarpunktini frá Eurohandball frá ótrúliga og søguliga 37-24 (19-12) EM-sigrinum hjá Føroyum á Montenegro. Talan er um besta avrikið nakrantíð hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti
##med2##











