Lærdómur fyri lívið

? Sjálvt um vit velja ikki at lesa á hægri skúla, so hava vit lært ómetaliga nógv hesi trý árini, sum vit kunna nýta í framtíðini og sum ger okkum betur før fyri at liva í samfelagnum, segði Eyðgerð Mørkøre millum annað í pisurøðu á Gøtusandi

Vælkomin tit øll á Gøtusand at fegnast saman við okkum um, at vit nú endiliga eru liðug og at vit kunna gleðast yvir, at hava tikið eitt prógv, ið fer at lata dyr upp fyri okkum í framtíðini. Hesin dagur hevur staðið fastur í hugaheimi okkara, líka síðan vit fyri okkurt um tveimum mánaðum síðan spent fóru at taka mát til húgvurnar.

Men hví hevur húgvan so nógv at siga fyri okkum studentar? Ein partur av frágreiðingini er tann, at vit nú standa á egnum beinum og kunnu avgerða hvat vit skulu nýta okkara lív til.

Vit skulu nú taka eina týdningarmikla avgerð í lívið okkara og finna útav, hvat vit vilja ávirkað í samfelagnum ella stutt sagt, hvat fyri hyll vit vilja seta okkum á.

Vit hava gjøgnum hesi trý árini inni á Kambsdali havt nógvar lærugreinar og nógvar hava ikki havt okkara áhuga, men eg má siga, at vit øll sum standa á sandinum her í dag, vita eitt sindur um verkfeløg og verkfall.

Vit hava upplivað eitt verkfall og tad seinna var á veg, men tað varð tíbetur ikki til nakað, tá í avtornaði. Vit hava ásannað, at verkfall ikki altíð er so rættvíst, men hava eisini lært at berjast fyri eini sak, sum í síðsta enda skuldi gagna teimum, sum komu at ganga í hesum skúla framyvir. At samanhald hevur nógv at siga hjá menniskjum, kunnu vit øll verða einig í og á hesum øki eru vit eisini komin eitt stig hægri á Kambsdali. vit eru teir fyrstu studentarnir, sum hava upplivað at hava eitt fast tilhaldsstað at fara til, um vit skulu skipa fyri tiltøkum. Vit hava fingið eina avlu ella eina kantinu sum summi nevna hana. Hetta fer eisini at gera arbeiðið hjá næmingaráðnum lættari, at vita at eitt stað er tiltaks, til teirra at nýta. Vit hava upplivað at verið eitt sindur einsamøll, fyri uttan at vita hvør gekk í studentaskúlanum og handilsskúlanum, til at vita næstan akkurát hvør gongur í hvørjum flokki.

Hetta hevur eisini stóran týdning fyri trivnaðin á skúlanum. Fyri at ein næmingur skal føla seg í tryggum umhvørvi, er tad eisini neyðugt við nærumhvørvið. Hetta hava vit ásannað er av stórum týdningi.

Eg skal ikki siga so nógv um hvat vit hava lært , men eitt er so felags fyri okkum øll og tað er, at kórið venur

hvønn týsdag í døgurðatímanum.

Men tad týdningarmesta av øllum er, at vit kunnu finna okkara røttu hyll og at tad vit velja at gera í framtíðini er nakað vit kunnu standa inn fyri og sum vit brenna fyri.

Karrierufólk hava altíð verið ein fyrimynd og hjá summum kanska eisini ein ræðumynd og vit vilja øll fáa eina góða útbúgving sum gevur okkum virðing millum fólk. Men vit mugu eisini minnast til, at eitt samfelag ikki bert rúmar einum fólki sum eru stjórar, men vit muga eisini hava tann vanliga arbeiðaran við okkum, fyri at samfelagið skal kunna ganga upp sum eitt væleydnað roknistykki.

Eitt er vist og tad er, at sjálvt um vit velja ikki at lesa á hægri skúla, so hava vit lært ómetaliga nógv hesi trý árini, sum vit kunna nýta í framtíðini og sum ger okkum betur før fyri at liva í samfelagnum.

Vit eru tann nýklaktað pisan, sum ger seg til reiðar at slíta seg frá móður síni og flyta seg runt í heiminum. Hon fer at kenna, at best mundi vera heima í tryggum umhvørvi, men tá ið hon so hevur rokkið mál sítt, angrar hon ikki stríðið.

Hvat krevst fyri at vit kunnu náa tí besta úrslitinum? Hetta er ein góður spurningur og er hann tí ikki lættur at svara. Hugur okkara og at útbúgvingin er viðkomandi fyri okkum hevur nógv at siga. Men vit muga fyri alt í verðini ikki halda, at vit kunnu klára eina stóra útbúgving uttan hjálp frá bæði klassafeløgum og frá einum ríkum nærumhvørvi.

Í yrkingini »fast stóð í fonnum eitt fjalladalsfylgi« verður nevnt um ein persón, sum skal fara sjálvbjargin yvir land og yvir hav, men meiningin er ikki, at tú skalt útilukkað tey sum eru rundan um teg, men leita eftir stuðli frá teimum.

Her koma eisini tey góðu ráðini frá stjóra okkara, Sámal í Skorini á okkara síðsta skúladegi, sum tey vísu orðini, a t vit skuldu læsa okkum inni, fyri at fáa lestrarfrið, men tó ikki verða verandi innilæst. Vit máttu práta við hini fyri líkasum at fáa eitt hjartasuff og fyri at gerast róligari. At vit ikki steingja okkum úti og hugsa um okkum sjálvi og okkara karrieru ger okkum eisini meira før fyri seinni at arbeiða og virka í samfelagnum til gagns fyri

øll.

Eg fari nú at lesa eina yrking upp, eftir Ólajákup Kruse, sum eg haldi hóskar til dagin.


Nú skúladagur er lokin,

nú runnið er trý ára skeið,

brátt pisan úr reiðri er fokin,

hon flaksar á rættari leið.


Skjótt møðast teir ungu vengur,

men ídni ger flogið lætt,

hon vitjar røkur og rengur,

hon veit hvat er rangt og

rætt.


Í huganum flýgur hon víða,

bæði í eyst og í vest,

hon vil sær mót vindinum stríða,

tá flogið gerst tryggast og best.


Og so til seinast, vil eg ynskja øllum hjartaliga tillukku við bæði húgvu og prógvi og eg ynski tykkum góðan byr framyvir. Vit vilja eisini takka skúlastjóra og lærarum fyri eitt gott og læruríkt tíðarskeið og eg yvist ikki í, at hugur okkara mangan fer at leita aftur á tíðina inni á Kambsdali.

Takk fyri.