Tað fellur mær ikki lætt at seta meg at skriva minningarorð um mammu, men eg kann ikki blíva við at útseta tað.
Mamma okkara er farin heim til Harran, til tann bústað sum varð gjørdur henni til reiðar, heim til Hann, sum hon hevði givið sítt lív til, og sum hon elskaði. Hon var so trygg í Gudi og legði øll síni viðurskifti í Guds hond. Mamma var so stillfør og mild og hevði so gott hjartalag, í hennara favn passaðu øll, tí hon var góð við øll.
Vit børn blivu upplærd í Guds orði. Hvønn sunnudag bleiv lestur lisin í okkara barnaheimi. Tá sótu vit pinnastill og lurtaðu, meðan døgurðin kókaði spakuliga á komfýrinum og klokkan tikkaði á hillini, og ketilin surraði. Hesi minnini koma fram fyri meg nú, so hugnaligt og gott tað var.
Góða mamma vit sakna teg so nógv. Tað er so undarligt, at eg ikki kann ringja norð til tín, og líka hoyra hvussu tú hevur tað, og hvat tú ger, og hvat tú bindur nú, ella hvat tú fer at hava til døgurða í dag. Á sum eg sakni at fortelja mammu um ymiskt sum hendir í dagligdegnum, ella bara at hoyra málið í henni. Góða elskaða mamma eg leingist so sáran eftir tær, tú var altíð so góð í ráðum og royndi altíð at fáa tað besta burturúr øllum.
Tá tú ringdi til mín plagdi tú at siga »Eg komi inn til tín eina løtu góða, tí tað er so gott at snakka við teg«.
Ja, vit høvdu nógvar góðar telefonsamtalur. Men tað hevði mamma eisini við hini systkini, hon var so interesserað í hvussu vit høvdu tað og okkara familja. Hon upplivdi at blíva olduromma, og tað var hon so stolt av. Mamma var so viðkomandi, hon hevði hjarta á røttum stað. Hon hevði følilsi við øllum, hon græt við teimum sum høvdu sorg og gleddist við teimum, sum høvdu tað gott, og sum tað gekk væl hjá. Vit systkini plagdu at siga við hana, at eingin í allari verðini átti so góða mammu sum vit, tá smíltist hon bara.
Mamma hevði stóra sorg tá pápi doyði í 1988, tí tey vóru so tætt knýtt til hvørt annað, tað kom hon ongantíð yvir, tí hon saknaði hann so nógv. Hann var henni ein góður maður og okkum børnum ein góður pápi. Ærað verið minnið um elskaða pápa okkara.
Mamma var góð við sítt bygdarfólk, og tey vóru eisini góð við hana, hon tosaði aldrin ilt um nakað menniskja. Tá ið mamma bleiv sjúk, kom hon at vera hjá Magnhild og Sæbjørn í Havn. Hjá teimum hevði hon tað gott, tey vóru so góð við hana og fekk hon alla ta hjálp og røkt, sum henni tørvaði, og tað var mamma so glað fyri.
Mamma hevur altíð lisið í Bíbliuni um kvøldið og biðið, og tá hon ikki orkaði meir, gjørdu vit tað saman við henni, og tað var hon takksom fyri, tí hon livdi við Gudi. Mamma bar sína sjúku við tolni, hon gramdi seg ongantíð, sjálvt um hon var so sjúk. Hon royndi at menna seg upp og gera seg sterkan. Men mamma viknaði nógv, hon kom á hospitalið og vóru vit øll systkini hjá henni, tá hon flutti heim til Harran. Tað síðsta vit hoyrdu mammu siga var »Jesus«, so flutti hon heim.
Teksturin til tann dagin mamma bleiv borin til gravar var tann sami, sum tá hon upplivdi at Jesus segði við hana: "Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum og eg vil veita tykkum hvílu". Vit hava sorg, men vit syrgja ikki, sum tey, sum onga vón eiga, tí vit vita, at ein dag so skulu vit møta mammu og pápa og Marjun og øllum okkara kæru aftur, tað vónina eiga vit.
Elskaða mamma, vit vilja takka tær, fyri alt sum tú hevur verið fyri okkum øll. Høgt ærað verið minnið um mammu okkara. Hvíl í friði góða mamma.
Fríðgerð
Um eg skuldi skriva um mammusa lagnu, so bleiv tað ov drúført, tí seti eg hendan sangin í, sum eg gjørdi mammu, tá hon hevði 80 ára føðingardag.
Mamma mín!
Lag: Hamarsá
Mamma, eg av hjarta takki tær
fyri alt, tú givið hevur mær,
fyri barnaheim og kærleika tín,
takk, tú minnist enn í dag til mín.
Pápi heim til Harran farin er,
til bústað sín, men ei hann gloymdur er,
tykkar´ hjúnaband so vakurt var,
og okkum fimm tit høvdu hjartans kær.
Góða mamma, lagnan var ei blíð,
tú brøður misti ungum árum í,
bert fimtan ár, tá móðurleys tú varð
av vanlukku tín pápi merktur var.
Tú alla tína sorg til Jesus bar,
Hann styrkti teg og tók teg inn at sær,
Ja, Harrin hann er Klettur og tín Borg,
Hann troystað hevur teg í tíni sorg.
Sum lítil eg kann minnast enn í dag,
til songar fór, og Faðirvár eg bað,
tú ennið signaði í Jesu navn,
og trygt eg legði meg í Harrans favn.
Eg mínar barndómsdagar minnist væl,
so kærar eg í hjarta goyma skal.
Ja, mínir tankar leita heim til tín,
tí tú ert allarbesta mamma mín.