Minningarorð um Margit L. J. Glerfoss

Yrkt um mína elskaðu ommu, Margit

Eg sakni teg hvønn tann einasta dag,
men hvat kann eg gera við tað?
Eg kann koma oman til tín,
men tú kanst bara ikki koma niðan til mín.

Hevði tú verið her í dag,
So hevði tú meg í fermingarkjólanum, frá tær, havt sæð.
Tá eg fór at ferðast, hevði eg sagt farvæl við teg,
og tú hevði kyst meg á kjálkan og klemmað meg.

Vit hava litað tógv, gingið túrar og turkað bløð,
Ja, tá tú fór, tá stóð nógv at royna saman við tær enn í røð.
Men tá tað ikki kann gerast saman við tær,
so má eg bara ímynda mær, at tú gerst tað saman við mær.

Nú tað eru jól, so áttu vit at gera piparnøtur og piparkøkur,
men tað ber heldur ikki til at gera uttan teg og uppskrivtina. Nú má eg hyggja í bøkur.
Tú hevði kunnað sæð tað vakra jólatræið, sum er so vakurt prýtt
Ja, her kemur hvønn dag okkurt nýtt.

Nú eri eg skjótt liðug í skúla, skal fáa prógvið um eitt ár og so víðari út í heim at læra,
fari at brúka okkurt, sum eg havi frá tær lært, tað man eg fara.
Eg fari eisini á skótaferð til Japan og so á eftirskúla úti í náttúruni at uppliva,
at kynda bál, gera mat, sova undir opnum himmali, ja, eg fari at tiva.

Men hóast tað, so komi eg onkuntíð til tín,
og tá er grøvin pynta. So fín, so fín.
Vildi ynskt, at tað ikki var kirkjugarðin, eg skuldi fara, um eg vil vitja teg,
vil fara út á Argir, har sum tú altíð var og onkutíð prátaði við meg.

Hví skuldi alt enda so? Hví alt?
Tað er hjá mær so syrgið og kalt.
Tað fer ikki ein dagur framvið her,
uttan eg hugsi: “Verð hjá mær, bara verð!”.

Onkuntíð komi eg til tín til eitt tos,
men tað er bara tá, eg leingist eftir tær, ella alt er á gos.
Eg verði kedd av og á,
og tað er tú, sum hjálpir mær víðari tá.

Hóast eg ikki kann tosa við teg,
so føli eg, at tú hevur samband við meg.
Hóast eg ikki hoyri teg,
so hoyri eg røddina tosa við meg.

Hóast eg ikki kann nerta við teg,
so merki eg hitan frá tær, tá tú klemmar meg.
Hóast eg ikki kann lukta teg,
so lukti eg luktilsið, tá tú “gongur” framvið meg.

Eg vildi ynskt, at tú var her hjá mær nú,
so kundu vit sitið og práta. Bara eg og tú.
Vit kundu spunnið hár, sum tú ætlaði at læra meg at gera,
men tað má bara har við vera.

Nú vil eg ynskja tær eini friðarlig jól og eitt gott nýggjár.
Á, nú merki eg okkurt renna niður kjálkarnir. Tað eru sølt tár.
Nú árið skjótt er liðið,
mást tú hvíla víðari í friði.


-------------------------

Bjørk Dávadóttir Glerfoss,
yrkt tann 24. desember 2013