Heilt erligt, Bjarni Djurholm!

Má sigast, at eg gjørdist ikki sørt ovfarin av løgtingsfólkinum, Bjarna Djurholm, nú hann leggur harðliga at part av fjórða statsvaldinum, Kringvarpi. 

 

Í lesarabrævinum, datera dags dato 5. mars, er Bjarni so beinasamur at endurgeva brævi frá tíðindaleiðararunum. Hóast eg havi lisið tað gjøgnum nakrar ferðir dugi eg bara ikki at síggja, hvat er galið. Síðani nær er tað galið at almennur miðil bjóðar politiskum flokkum til kunningarfund um komandi tiltøk? Síðani nær er tað galið at verða úti í góðari tíð?

Men løgtinsmaðurin svarar sjálvur hesum spurningum, seinni í sínum lesarabrævið. Allarhelst skal alt suspenderast, eisini virksemi hjá Kringvarpinum. 

Tí ein dómur er avsagdur har starvsfólk hjá Kringvarpinum eru dømd. 

 

Hetta er allarheslt ”ósmæði” uttan ”sjálvsaga” og ”sjálvsprísan”, sum løgtingsmaðurin tekur til. Vil seta ein spurning fram til løgtingsmannin at vísa okkum óvitandi á júst hvat er galið við ynskinum um at hava eitt ”fólkaræðiligt hátíðarhald saman við KvF”. Har politisku flokkarnir eisini fáa møguleika fyri at ”praktisk viðurskifti avstemmast”.

Er hetta ikki einans ein hjálp til politisku flokkarnar og teirra valevni?

Skotbrái ov langt?

Men undrast kann yvur, at løgtingsmaðurin finst at Kringvarpinum um at verða ov tíðliga úti til komandi valstríð. Hví tað er ov tíðliga úti fáa vit ikki vita frá løgtingsmanninum. Tí hetta er so ikki fyrstu ferð, at miðlar hava gjørt vart við at valstríði er byrjað. Meini at eg sá tað longu í des 2014 ella var tað jan 2015 at onkur miðil kunngjørdi tað. At nú vóru lyftini komin fyri dagsins ljós frá ymsum politikkarum, og við eittans endamáli, valstríð. Einki hava vit hoyrt frá Bjarna Djurholm tá. Hví kunnu vit so bara undrast á.

Vit liva í einum fólkaræði, sum eisini skal hátíðarhaldast, serliga uppundir val! Og tað kunnu vit vera glað fyri. Kringvarpi rinda vit øll fyri og skulu gera tað gleðiliga. Tað er ikki uttan orsøk at miðlarnir eru doyptir fjórða statsvaldið, tí tað er eftirlitsstovnurin í okkara samfelag. Sterkari og dugnaligari eftirlitsstovn vit hava, sterkari og betur samfelag hava vit. Er dagligt eftirlit við lógar- og politiskum spurningum, sum ávirka okkara samfelag og fólkaræði, so minkar alt sum fyriferst í tí dulda og myrkinum. So liva vit í ljósinum, og síggja alt sum tolir dagsins ljós, og serliga tað um sum ikki tolir dagsins ljós.

Dómurin er altso kærdur.

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, setur spurnartekin við arbeiði hjá Kringvarpinum seinastu trý árini og eisini við ”jagstranina” sum hevur verið eftir hansara partamanni. Okkum øllum kunnugt fylgja miðlarnir øll mál. Har verður ikki skynað millum andstøðu og samgongu. Um lurtað og lisið verður eftir tíðindunum hoyrist og sæst at kritiskir spurningar verða settir til báðar partar. Hví Bjarni Djurholm ikki hevur sæð tað, kunnu vit so eisini undrast á. Dømi fáa vit eingi.

Fólkaræðið livur enn, og dómurin móti KVF fólkunum er kærdur, og skulu vit so bíða eftir tí úrskurðinum.

 

Annars sigur dómurin, at tað var talan um ærumeiðing, tí at tú kanst ikki kalla ein fyri snýtara, tí at viðkomandi, sum var snýttur visti væl av tí, og sum politimeistarin segði á sinni: ”stilltiende accepterede det”, og tí kundi straffur ikki verða. So, ja, tað var ærumeiðing, sambært dómarinum, tí at Jørgen Niclasen kundi ikki straffast fyri misbrotini; men dómurin er so kærdur. 

Men hvat tað hevur at gera, við at KVF vil hátíðarhalda fólkaræði skilji eg ikki.