Ein miljard kinesarir kunnu ikki taka feil, plagar man at siga. Eitt sindur soleiðis var tað, tá eg avgjørdi at keypa bókina "Fifty Shades - Fanget" av E. L. James. Á permuni stendur, at 35 miljónir eintøk eru seld av henni, og hava so nógv fólk lisið hana, má okkurt gott vera við henni - ella?
Bókin er um ungu Anastasiu Steel og ríkmannin Christian Grey og teirra eggjandi parlag.
Anastasia er ung og óroynd, og Christian vil hava hana at royna sadomasochismu. Har hann er tann, ið ræður, og hon tann undurgivna. Hann er ómetaliga ríkur og vakur, og hon er ein vanligur fátækur studentur.
Tey hava samlegu aftan á samlegu aftan á samlegu. Og tað, sum í byrjanini er eitt sindur kitlandi, er móti miðjuni av bókini bert irriterandi.
Einastu ferð eitt nøkulunda intellligent orðalag er í bókini er, tá ið tey senda teldupost sínamillum. Tá er bókin faktiskt eitt sindur undirhaldandi, tí Anastasia tá torir at seta teir spurningar, hon so sanniliga hevur brúk fyri at fáa svar uppá.
Málið í bókini er beinleiðis vánaligt. Somu orð og setningar verða endurtikin umaftur og umaftur. Talið av samlegum í bókini ber ikki til at telja (tað er allatíðina), men orðini fyri at lýsa eina orgasmu ella greði eru tey somu - ógvuliga troyttandi í longdini.
Eg vil ikki viðmæla, at man lesur bókina sum eina skaldsøgu út í eitt - heldur sum erotiskan skaldskap, tá tú vilt eggjast.
Eg havi bara lisið fyrsta part av teimum trimum bøkrunum, og hjá mær steðgar tað nokk við hesi einu bókini.
Kvinnurøddir um "Fifty Shades - Fanget
Kvinna, 34 ár, gift:
Eg havi lisið allar tríggjar bøkurnar á enskum. Tað er fínt tíðsfordrív. Eg kundi sveima burtur og vera forelskað í Grey eina løtu. Eg læs tær ikki við kritiskum eygum, bara av reinum huga. Allar kvinnur, sum eru undirerneraðar seksuelt og á annan hátt, fáa okkurt gott burtur úr Grey. Hann er ríkur, lekkur, intellegentur... og so er hann uppfinnsamur.
Kvinna, 48 ár, gift:
Eg havi lisið ta fyrstu bókina og eri nú byrjað upp á tí aðru. Tað ræðir meg, at eg tendri uppá hesar bøkurnar. Teirra sex er jú so ógvusligt, og eg eri eitt sindur spyrjandi, um eg eri eitt sindur løgin, tá eg tendri av hesum, ella um bøkurnar eru skrivaðar, so at vit kvinnur skulu tendra av teimum.
Kvinna, 42, í parlagið
Jú, eg var eitt sindur eggjað av hesum bókunum. Eg eri ikki serliga áhugað í sadomasokismu, men tað er eitt sindur kitlandi at lesa um hansara løgnu hugskot í seingjakamarinum. Eg haldi ikki, at hesar bøkurnar eru serliga væleydnaðar til ungar gentur, heldur til búnar kvinnur.