tú kanst vinna í flogbólti í Føroyum, og eg kláraði at spæla allan dystin, segði Karin Mikkelsen úr SÍ, sum hevði verið ivasom til tað síðsta undan steypafinaluni hjá kvinnunum, eftir at hon keikti fótin [...] Tað vóni eg bara. Og eydnast tað, so kann pínan í dag gera heilt tað sama, flenti nummar eitt hjá SÍ, ið tók ímóti bæði ferða- og ognarsteypinum, sum liðið vann leygardagin. Men hóast Karin tvær ferðir
bak beinanvegin í øðrum setti. SÍ vildi avstað beinanvegin og fekk eisini rist Drátt av sær, og í løtum var talan um sera trygt spæl frá SÍ, ið gav eina mynd av, hví SÍ ígjøgnum allan vetur hevur verið [...] tað hjá SÍ, sum í fimta og avgerandi settinum gekk undan allan vegin, tí í avgerandi løtuni lagaði tað seg soleiðis, at Annika á Stongum skuldi vera tann, ið servaði. Hon hevði eisini servað SÍ væl í gongd [...] bólturin ongantíð kom yvir um netið aftur, og so hevði SÍ tryggjað sær annað steypameistaraheitið á rað! Trilvandi byrjan Tey flestu høvdu helst eisini SÍ sum favoritt at vinna steypafinaluna hjá kvinnunum
í øðrum og fjórða setti í kvinnufinaluni var Helga Guttesen tann spælarin hjá SÍ, ið hevði síðstu hond á bóltinum, áðrenn SÍ vann tey bæði settini, so einki var at siga til, at hon var fegin eftir steypasigurin
Sum hinar á liðnum hjá Drátti, var Herborg á Mýrini vónbrotin eftir tapið fyri SÍ í steypafinaluni leygardagin. – Tá tú tapir ein fimmsettara, er tað so lítið, sum skal til aftrat, so tað er sjálvandi [...] royndari enn liðið hjá Drátti, men hon helt ikki, at Dráttur hevði eitt lið, sum hevði fleiri royndir enn SÍ – heldur tvørturímóti. – Vit hava 19 børn á liðnum móti einum hjá teimum, og flogbóltsliga eru tær [...] ár, meðan vit allar hava verið burtur frá flogbóltinum við jøvnum millumrúmi, segði hon. – Tær hjá SÍ hava spælt saman og havt sama liðið í fleiri ár, og tað helt eg vera munin á liðunum í dag.
Tórfríð Tavsen, sum spælir livero hjá SÍ, helt steypafinaluna hjá kvinnunum hava alt, sum ein finala skal hava. – Hetta var ræðuliga spennandi, men eisini øgiliga stuttligt. Vit vóru øgiliga svingandi
Ein av ungu spælarunum hjá SÍ, Emil Mikkelsen, helt dirvi vera ein hin størsta munin á SÍ og Mjølnir í mansfinaluni leygardagin. – Vit tordu betur at smasja og at sláa ígjøgnum, og tað var munurin. Men
lið enn Mjølnir og SÍ í manskappingini í vetur. Mjølnir vann á SÍ í Sørvági síðst í oktober, og síðani hava klaksvíkingarnir verið oddalið. Men eftir jóla- og nýggjárssteðgin hevur SÍ tikið seg alsamt nærri [...] um, ímóti 14 hjá SÍ. Hartil kemur so eisini, at liðið hjá Mjølnir er væl eldri, tí verður hugt at miðalaldrinum, so eru teir hjá Mjølnir gott og væl fýra ár eldri enn teir hjá SÍ. SÍ dovnaði í triðja Fyrsta [...] liðið var oddalið, tá kappingin var hálvrunnin, meðan SÍ vann báðar tær smáu steypakappingarnar og tann vegin tryggjaði sær atgongd í finaluna. SÍ hevði í fyrstuni í kappingini ilt við at fóta sær og var
spældi við Mjølnir ímóti SÍ, segði Jón eftir finaluna. – Men sjálvt um tað er veldugt at spæla eina finalu, tá karmarnir eru so góðir, so er tað altíð keðiligt at tapa. Men SÍ var betra liðið í dag, so [...] Undan steypafinaluni hjá monnunum vakti tað ans, at ein gamal SÍ-arin, Jón Nielsen, var at síggja millum spælararnar hjá Mjølnir. Men hóast hann kundi fingið allar hinar sørvingarnar ímóti sær, hevði hann
Hóast Ragnar í Haraldsstovu er spælandi venjari hjá SÍ, helt hann seg fyri tað mesta uttanfyri, tá menninir spældu steypafinaluna ímóti Mjølnir leygardagin. Bara eina løtu í triðja setti kom hann inn, [...] síðstuni. Tað var ótrúliga deiligt, at tað eydnaðist, segði hann eftir dystin. Um tað, sum hendi, tá SÍ eftir fyrstu tvey settini fór niður við nakkanum, segði Ragnar í Haraldsstovu, at hetta altso er nakað
slapp eg at spæla í einari aðrari, flenti dupulti steypavinnarin. Tað sá annars beinanvegin út til, at SÍ fór at strúka við sigrinum hjá monnunum, tá teir høvdu vunnið bæði fyrstu settini, men triðja settið [...] so má mann lata teir fáa okkurt. Soleiðis var tað við triðja setti í dag, segði libero-spælarin hjá SÍ. Bæði liðini hjá Johan Peturi á Stongum hava nú gull í steypakappingini, og nú ivast hann ikki um