Johan Petur fegnaðist dupult

Johan Petur á Stongum er venjari hjá kvinnunum og ein av spælarunum hjá monnunum, so hann hevði dupult so nógv at fegnast um sum hini. – Nú fáa vit gull í landskappingunum eisini, sigur venjarin og spælarin

Flogbóltur

Ein, sum var øgiliga fegin leygardagin, var Johan Petur á Stongum, sum bæði hevði vunnið steyp sum venjari hjá kvinnunum og spælari hjá monnunum, men eftir dystirnar viðgekk hann, at møði var komin á hann.
– Fyrri dysturin bleiv so øgiliga langur, og tá bleiv tað tungt at fara í gongd beinanvegin at spæla sjálvur. So var heldur ongin blusa til mín, tí hon lá eftir í Sørvági, men tíbetur slapp eg at spæla í einari aðrari, flenti dupulti steypavinnarin.
Tað sá annars beinanvegin út til, at SÍ fór at strúka við sigrinum hjá monnunum, tá teir høvdu vunnið bæði fyrstu settini, men triðja settið vunnu klaksvíkingar.
– Eftirsum Jón Nielsen spælir við Mjølnir, so kann eg siga sum hann segði í 2007: Tá mann hevur vunnið tvey sett ímóti einum liði, sum er nógv verri enn ein sjálvur, so má mann lata teir fáa okkurt. Soleiðis var tað við triðja setti í dag, segði libero-spælarin hjá SÍ.
Bæði liðini hjá Johan Peturi á Stongum hava nú gull í steypakappingini, og nú ivast hann ikki um landskappingina.
- Nú koma bæði liðini í finaluna, so nú fáa vit gull í landskappingini eisini, segði venjarin og spælarin.

Nervapirrandi
Um fimmsettaran hjá kvinnunum helt hann, at talan var um ein dyst, ið var merktur av nervum:
– Um vit hyggja at landskappingini hjá kvinnunum, so kundi ikki roknast við einum fimmsettara. Men nú var hetta ein finala, og tá veitst tú ongantíð, hvat kann henda. Men tá hetta nú var ein finala, so var tað ikki so galið at vinna 3-2, segði Johan Petur.
– Bæði liðini spældu eitt sindur nervapirrandi og til tíðir sera nervapirrandi. Dráttur hevði ótrúliga gott verjuspæl og spældi væl, meðan illa gekk hjá okkum í teimum settunum, sum vit taptu. Men í hinum settunum høvdu vit gott servutrýst, eins og Dráttur hevði tað í sínum báðum settum.