SÍ var betra liðið

Undan steypafinaluni hjá monnunum vakti tað ans, at ein gamal SÍ-arin, Jón Nielsen, var at síggja millum spælararnar hjá Mjølnir. Men hóast hann kundi fingið allar hinar sørvingarnar ímóti sær, hevði hann onga ringa uppliving í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin.
– Tað er altíð stuttligt at spæla steypafinalu, tí tað eru so øgiliga nógvir áskoðarar. Allir áskoðararnir vóru eisini fínir, og eg hoyrdi einki róp ella nakað eftir mær, fyri tað um eg spældi við Mjølnir ímóti SÍ, segði Jón eftir finaluna.
– Men sjálvt um tað er veldugt at spæla eina finalu, tá karmarnir eru so góðir, so er tað altíð keðiligt at tapa. Men SÍ var betra liðið í dag, so har var ikki nógv hjá okkum at gera við tað.
Jón Nielsen ofraði seg fyri sakini, hóast tað var sínum bygdarmonnum, hann spældi ímóti. Ta einu ferðina leyp hann upp um girðingina og niðan millum áskoðararnar eftir einum bólti, og eina aðru ferði var hann so íðin at fara aftur eftir einum vilstum bólti, at hann rendi knøini í gronina á einum Ford Focus.
– Tað kundi farið illa við knøunum hjá mær, og eg veit heldur ikki, hví teir stilla bilar inni í einari ítróttarhøll, segði Jón, áðrenn vit mintu hann á, at hann altso hevur spælt fleiri steypafinalur síðstu 12-15 árini og átti at vitað, at har standa altso nakrir bilar:
– Jú, jú, men so kundi hasin bilurin staðið eitt sindur longur afturi ella onkra aðrastaðni.