Ein ordans finala

Bæði í øðrum og fjórða setti í kvinnufinaluni var Helga Guttesen tann spælarin hjá SÍ, ið hevði síðstu hond á bóltinum, áðrenn SÍ vann tey bæði settini, so einki var at siga til, at hon var fegin eftir steypasigurin.
– Vit høvdu kanska ikki væntað, at tað fór at blíva so spennandi, men eg haldi, at tað var deiligt, at vit kundu geva áskoðarunum eina sovorðna finalu við fimm settum og tí heila, segði hon beint eftir dystin.
– Eg haldi, at hetta var ein ordilig finala og eisini ein ordiliga góður dystur at spæla.
Til tað síðsta var ivasamt, um Karin Mikkelsen fór at verða klár til finaluna, tí hon hevði koykt fótin undir síðstu venjingini hóskvøldið, men tá avtornaði, var hon við frá byrjan til enda.
– Vit vóru kanska eitt sindur nervøsar, men eg haldi ikki, at tað sást á Karini, at hon hevði skaða. Og tað var ordiliga deiligt, at hon var við, sigur Helga Guttesen.