Vann við keiktum fóti

– Hetta er nakað av tí størsta tú kanst vinna í flogbólti í Føroyum, og eg kláraði at spæla allan dystin, segði Karin Mikkelsen úr SÍ, sum hevði verið ivasom til tað síðsta undan steypafinaluni hjá kvinnunum, eftir at hon keikti fótin til venjing hóskvøldið.
Tá dysturin var liðugur, haltaði hon og fekk hjálp til at koma niður aftur av skamlinum, tá liðið hevði fingið steypið.
– Kanska verði eg klár at spæla aftur um eina viku. Tað vóni eg bara. Og eydnast tað, so kann pínan í dag gera heilt tað sama, flenti nummar eitt hjá SÍ, ið tók ímóti bæði ferða- og ognarsteypinum, sum liðið vann leygardagin.
Men hóast Karin tvær ferðir tók ímóti steypi, so var hon ikki nøgd við, hvussu spælið var í finaluni, hóast tær vunnu.
- Vit lótu tær í Drátti sleppa at spæla, og fingu sjáldan okkara spæl at rigga. Men tá tað riggaði, so fóru vit frá teimum, segði hon.