Ein av ungu spælarunum hjá SÍ, Emil Mikkelsen, helt dirvi vera ein hin størsta munin á SÍ og Mjølnir í mansfinaluni leygardagin.
– Vit tordu betur at smasja og at sláa ígjøgnum, og tað var munurin. Men vit vóru bara betur, segði Emil, sum ikki tóktist heilt mettur, hóast hann fekk eitt gullheiðursmerki um hálsin
– Eg rokni við, at nú taka vit eisini føroyameistaraheitið, um tað tá gongur líka væl sum í dag. Vit vóru kanska eitt sindur merktir av nervum ta fyrstu løtuna í dag, men í endanum var tað eingin trupulleiki.