Arbeitt fram ímóti hesum

Hóast Ragnar í Haraldsstovu er spælandi venjari hjá SÍ, helt hann seg fyri tað mesta uttanfyri, tá menninir spældu steypafinaluna ímóti Mjølnir leygardagin. Bara eina løtu í triðja setti kom hann inn, men var nokk so skjótur útaftur.
– At standa uttanfyri, tá slíkir dystir verða spældir, er nógv verri. Men tað var fantastiskt, at vit kundu røkka allan vegin og vinna, tí hetta er tað, sum vit hava arbeitt fram ímóti í allan vetur og serliga nú í síðstuni. Tað var ótrúliga deiligt, at tað eydnaðist, segði hann eftir dystin.
Um tað, sum hendi, tá SÍ eftir fyrstu tvey settini fór niður við nakkanum, segði Ragnar í Haraldsstovu, at hetta altso er nakað, sum hendir øgiliga ofta.
– Eg segði tað týðiliga og klárt við teir eftir tey bæði fyrstu settini, at teir høvdu ongan dyst vunnið enn, men skuldu fokusera uppá at vinna hetta settið eisini, segði Ragnar.
– Mjølnir hevði jú tað settið sum sín síðsta kjans og mátti geva alt ella einki. Tað gjørdi Mjølnir eisini, so vit høvdu einki at gera í hasum settinum. Men tá avtornaði, gjørdi breiddin hjá okkum allan munin, tí eg kundi skifta inn, sum eg vildi, og tað kundi Mjølnir ikki gera.