Tórfríð Tavsen, sum spælir livero hjá SÍ, helt steypafinaluna hjá kvinnunum hava alt, sum ein finala skal hava.
– Hetta var ræðuliga spennandi, men eisini øgiliga stuttligt. Vit vóru øgiliga svingandi, tí tá tað gekst væl, gekk tað sera væl, men líka so illa gekk tað, tá tað gekk illa, segði hon, eftir at hon hevði fingið gullheiðursmerkið um hálsin.
– Vit høvdu gott servutrýst, og tað var eisini taktikkurin hjá okkum. Vit skuldu hava góðar servur, tí tá fingu tær hjá Drátti ikki móttøkurnar at koyra og tí einki álop. Tá vit hildu avtalurnar, gekk tað, sum vit vildu hava tað at ganga.