Sum hinar á liðnum hjá Drátti, var Herborg á Mýrini vónbrotin eftir tapið fyri SÍ í steypafinaluni leygardagin.
– Tá tú tapir ein fimmsettara, er tað so lítið, sum skal til aftrat, so tað er sjálvandi øgiliga keðiligt at tapa soleiðis, staðfesti hon eftir finaluna.
– Men vit eru nøgdar við okkara avrik í dag, tí tað hevur gingið øgiliga illa hjá okkum í ár. Fimm av teimum, sum vóru fastar á liðnum í fjør, eru ikki við í ár, men tær ungu, sum ikki hava spælt í bestu deildini fyrr, eru komnar inn og hava gjørt tað væl.
Herborg nevndi eisini tosið um, at liðið hjá Drátti var so nógv eldri og royndari enn liðið hjá Drátti, men hon helt ikki, at Dráttur hevði eitt lið, sum hevði fleiri royndir enn SÍ – heldur tvørturímóti.
– Vit hava 19 børn á liðnum móti einum hjá teimum, og flogbóltsliga eru tær líka gamlar sum vit, tí tær hava vant við fullari ferð í átta ár, meðan vit allar hava verið burtur frá flogbóltinum við jøvnum millumrúmi, segði hon.
– Tær hjá SÍ hava spælt saman og havt sama liðið í fleiri ár, og tað helt eg vera munin á liðunum í dag.