Sørvingar sterkari

Hóast Mjølnir hevur ligið á odda tað mesta av landskappingini, so sær SÍ út til at vera á veg uppeftir. Hetta varð undirstrikað í steypafinaluni hjá monnum leygardagin, har SÍ hevði betru kortini á hondini og spældi tey so væl, at tað rakk til greiðan sigur

Flogbóltur

Tað hevur í veruleikanum ikki snúð seg um onnur lið enn Mjølnir og SÍ í manskappingini í vetur. Mjølnir vann á SÍ í Sørvági síðst í oktober, og síðani hava klaksvíkingarnir verið oddalið. Men eftir jóla- og nýggjárssteðgin hevur SÍ tikið seg alsamt nærri Mjølnir og er bara eitt stig aftanfyri.
Mjølnir hevði eisini vunnið seg í steypafinaluna, tí liðið var oddalið, tá kappingin var hálvrunnin, meðan SÍ vann báðar tær smáu steypakappingarnar og tann vegin tryggjaði sær atgongd í finaluna.
SÍ hevði í fyrstuni í kappingini ilt við at fóta sær og var í meira lagi svingandi, men í síðstuni hevur liðið víst form og styrki, ið bara peikar ein veg: Uppeftir! Hetta kom eisini til sjóndar í steypafinaluni hjá monnum leygardagin, har SÍ greitt hevði munin, hóast tað tó gjørdist til eitt tapt sett.
Ikki minst spælir inn, at SÍ hevur nógv og javngott fólk, so tí er breiddin avgjørt til staðar, so tað ber til at gera broytingar og justeringar á flestu plássum, uttan at liðið viknar nakað fyri tað. Har eru eisini fleiri ungir spælarar, ið veruliga boða frá, at helst skal roknast við sørvingum í toppinum í mansflogbólti í mong ár enn.
Hinvegin er Mjølnir ikki so væl fyri við manning. Fyri tað fyrsta, so eru klaksvíkingarnir ikki so nógvir, og til finaluna høvdu teir 12 spælarar á dómaraseðlinum, ímóti 14 hjá SÍ. Hartil kemur so eisini, at liðið hjá Mjølnir er væl eldri, tí verður hugt at miðalaldrinum, so eru teir hjá Mjølnir gott og væl fýra ár eldri enn teir hjá SÍ.

SÍ dovnaði í triðja
Fyrsta settið í finaluni var púra opið, tí frá byrjan til enda bylgjaði tað aftur og fram, uttan at nakað av liðunum slapp avgerandi frá hinum. Ta fyrstu løtuna var SÍ á odda 8-3, men skjótt hevði Mjølnir tikið tað mesta innaftur, og eitt skifti vóru klaksvíkingar á odda 16-15, áðrenn SÍ ímóti endanum royndist drúgvari og vann.
Hinvegin var eingin ivi í øðrum setti, tá SÍ mestsum beinanvegin fór avstað og helt munin á seks, sjey og enntá átta stigum. Servutrýstið hjá SÍ var gott, samstundis sum móttøkurnar hjá Mjølnir vóru tilsvarandi vánaligar, so tí peikaði nógv eina løtu á, at tað kundi gerast ein 3-0 sigur til SÍ. Hinvegin kom Mjølnir betur við ímóti endanum, so kanska fór tað heila ikki at verða avgjørt beinanvegin.
So var, tí teir í Mjølnir vildu tað nevniliga øðrvísi, tá teir í triðja setti struku avstað beinanvegin. Thorvald Danielsen servaði Mjølnir í gongd, og tí gjørdist settið mestsum ein spegilsmynd av øðrum setti, men við øvugtum fortekni. Her fekk SÍ einki at rigga, meðan tað koyrdi stak væl hjá Mjølnir.
Eftir niðurtúrin í triðja setti, komu menninir hjá SÍ væl fyri seg í fjórða setti, har teir struku avstað. Men mitt í settinum fekk Mjølnir fatur í teimum aftur og var um reppið at javna til 16-16. Men í staðin fór SÍ frá 16-15 upp á 18-15, og sást ikki meira til Mjølnir, ið mátti lúta fyri yvirmaktini, sum í SÍ gjørdist ein verdigur steypavinnari hjá monnum.

Minti um aðalroynd
Ein orsøk til munin á liðunum í finaluni var, at Mjølnir tóktist vera heldur meira einstáttað í sínum spæli. Millum annað endaðu nógvar av servunum á Jóni Joensen, ið tó tók væl ímóti mestsum hvørja ferð, eins og hann mundi vera tann, ið mest gekk undan í álopsspælinum hjá SÍ.
Men eisini teir ungu sørvingarnir vístu, hvør dugur er í teimum. Fyrr í dystinum var Kári Mikkelsen væl við, og tá alt skuldi avgerast ímóti endanum á fjórða setti, vóru tað Emil Mikkelsen og Filip Gram, ið traðkaðu til og vístu vegin. Emil vann bóltarnar til 23-18 og 24-19, og Filip Gram risti ikki á hondunum, tá hann átti seinastu servurnar hjá SÍ, eins og hann ofraði seg á gólvinum at fáa seinasta bóltin uppaftur, so tað endaði við, at Boban Ilic høgdi til, men sendi bóltin útav – og SÍ var steypavinnari.
Samstundis sum hetta var steypafinalan, var hetta eisini eitt slag av aðalroynd til FM-finalurnar, har somu lið møtast aftur. Hvussu tað endar, ber bara til at gita um, men SÍ sær út til at vera sterkara liðið í løtuni, og tað kundi hent seg, at nokk so nógv hjá Mjølnir fer at avhanga av, hvussu nógv betri formurin hjá Jón Nielsen er blivin, tá tað kemur so langt. Hann vísti í løtum dygdir í finaluni, og verður hann uppaftur betur fyri, verður tað kanska meira spennandi í mars, enn tað var leygardagin.