ur við. Tað er upp til hann einsamallan at gera av, um vit vilja skapa eitt samfelag við nøkrum fáum fiskivinnubarónum, nøkrum fáum familjum, sum skul eiga alt tilfeingi í landinum og [...] um hondum: Í 1984 góvu politikararnir nøkrum fáum reiðarum rættin til fiskiríkidømið. Hetta førdi til eitt fámannaveldi, sum Hægsti Rættur í 1998 staðfesti var grundlógarbrot [...] yvir. Tað er rós vert, at andstøðan skipar fyri slíkari ráðstevnu – sum tvørpolitiskt er gevandi og áhugaverd. Hetta er ikki at leggja samgonguni fótonglar. Tann avgerðin, sum
aðalráð, sum hava mist sín aðalstjóra: Leivur Harryson er farin úr starvi sum aðalstjóri í Mentamálaráðnum, meðan Poul Geert Hansen er fluttur úr aðalstjórastarvi í Heilsumálaráðnum til [...] til Mentamálaráðið. Tað er fallið fólkafloksmonnum fyri bróstið, at Hans Johannes á Brúgv varð vrakaður sum stjóri. Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, hevur reist málið sum fyrispurning til [...] at misálit eigur at verða reist móti landsstýrismanninum – og hann mælir Fólkaflokkinum til at atkvøða fyri einum slíkum misálitisuppskoti. – Bjørn má frá í stundini, soleiðis at skaðin kann
hann mikudagin setti tiltakið í Norðurlandahúsinum, har Ferðaráðið avdúkaði nýggja brandið, sum skal marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland. Og tað eru stór mál, sum Ferðaráðið – ið nú fer at [...] ferðafólkatalið fram til aldaskiftið. Tann ætlanin kollsigldi og endaði við, at landssins stýri tók av Ferðaráðið. Nú er at vóna, at veruligt tyngd er aftan fyri orðini, so tað verður til annað enn ryggklapparí [...] Føroyum og stuðla uppundir, so ferðavinnan veruliga kann gerast ein stór vinnugrein í Føroyum. Fram til 2020 skulu arbeiðsplássini, sum beinleiðis eru tengd at ferðavinnuni, verða tvífaldað eins og
sambandi við lógaruppskot, hvør hevur havt málið til hoyringar. Men viðhvørt, so tykist politiska skipanin ikki hava stundir til hendan mátan at vísa sín vilja til fólkaræði. Og tí hava vit júst í hesum [...] hugsan til eitt nú lógarsmíð. Men tað skal sjálvandi gerast gjøgnumskygt, so tað altíð ber til at síggja og skilja, hví júst hesin felagsskapurin ella hesin persónurin skal siga sína hugsan til júst [...] situr við sjálvt samráðingarborðið«. Tað ger vinnan, og tað hevur hon altíð gjørt. Og so seint sum 18. november boðar Fiskimálaráðið frá í sambandi við Strandalandasamráðingar um makrel
kanska gloymt. Men um kolvetni verður funnið ella ikki, so fer ein slík verkætlan at kasta nógvar pengar av sær. Sambært kronikk hjá vinnumálaráðharranum í serblaðnum Vinnu, sum vit hava í blaðnum [...] dag lesa um, at í Fuglafirði fara tey at brúka um 200 milliónir krónur til eitt nýtt uppsjóvarvirki, sum tørvar út við 100 fólkum til arbeiðis. At slíkt fløvar í kommunukassanum hjá kommununi er eyðsæð [...] hava verið ætlanir um alivirksemi, men sum kortini varð noktað. Sambært vinnumálaráðharranum, so ætlar hann ikki so lítið við ferðavinnuni. Her eru helst pengar at vinna, tí upplivingarvinnan er
sjálvandi takast í álvara. Landið skal ikki gera handilsligu korini hjá vinnuni verri. Tað sigur seg sjálvt. Men tað merkir ikki, at landið bara skal lata standa til. Tað eru viðurskifti, sum saktans [...] umsiting, men ikki er neyðugt við tíggjutals fólkum til hvørt landsstýrisfólk. Við logiskari samskipan, so kundu óivað nógvar – sera nógvar tænastu verði samanlagdar hjá ymsu ráðnum. Ein [...] kalla »øvundsjúkuskattur«, tí tað kann føra til, at bilasølurnar selja færri marglætisbilar, at matstovuvinnan selur færri døgurðar til handilsvitjandi, og at tað annars rakar
at tað ber til at gera serskipanir, tá tað er til fyrimuns fyri politikararnar sjálvar. Men tað ber ikki til at gera serskipanir fyri manningina á Smyrli og Teistanum, til tess at tryggja [...] Men hinvegin so er tað ikki í lagi, at eingin megnar at skera ígjøgnum. Landsstýrisfólkini klára tað ikki. Fakfeløgini klára tað ikki, og løgtingsfólk klára tað ikki. Tí er støðan fastlæst [...] so røkist einki fyri, at ein loysn finst við samráðingum millum fakfeløg og landsstýrið, tí Starvsmannafelagið vil – sum vera man – ikki frásiga sær ein framúr góðan trumf, sum tað er at
Sjálvstýrisflokkurin vilja ikki vera við til at gera liðugt arbeiðið í Stjórnarskipanarnevndini. Sjálvstýri fer at skriva sítt egna álit, tí hitt førir ikki til nakað, meðan Miðflokkurin [...] Bara at senda neyðhjálp til Cambodia og at stuðla onkrum skúla í Liberia, gevur ikki formanninum tað rásarúmið, sum krevst. Tí vóru hyggjuráðini, at Anfinn Kallsberg legði frá sær, og at [...] at Jørgen tekur yvir sum skuggafíggjarmálaráðharri í fíggjarnevndini og har fær framt fólkaflokspolitikk í verki, sum hann ikki fær í Uttanríkisráðnum. Um vikuskiftið síðsta royndi Javnaða
av Rana førir fram í blaðnum í dag. Hann sigur, at pláss ikki er fyri sær í samgonguni, at hann ikki hevur samvitsku til at standa til svars fyri politikkinum hjá samgonguni og krevur broytingar [...] sigur, at hetta er eitt neyðarróp frá honum og ein ávaring til samgonguna. Beinleiðis parlamentariskan týdning fær tað ikki, um Miðflokkurin fer úr samgonguni. Men hetta er ein týðulig ábending [...] Annika Olsen, fær samvitskubit og stingur í sekkin. Tá alt kemur til alt, so sita løgmaður og Jørgen Niclasen kanska ikki so tungt á valdinum kortini.
um, at Mentamálaráðið raðfestir hesa tænastuna til Føroya fólk. Vit hava mangan funnist at Mentamálaráðnum fyri drál og afturhald og fyri ikki at tora at taka neyðugar avgerðir í sambandi við [...] prenstmiðju. Vit vildu ynskt, at Mentamálaráðið heldur nýtti pengar til at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir Kringvarpinum, so tey sleppa undan at selja seg til kapitalin fyri hægstbjóðandi og harvið [...] ta upphædd, sum skal til, soleiðis at sjónvarpsrásin hjá Kringvarpinum sæst í øllum Televarpsmóttakarum. Kringvarp Føroya fer valla undir at senda fleiri rásir. Tí klára vit ikki at framleiða føroyskt