ODDAGREIN: Valfjáltur á tingfólki

Í síðstu viku átti Fólkaflokkurin pol­­it­­iska leikpallin, tá flokkurin tók løg­mann av ræði og legði saman um­sit­ing­ina av Utt­an­rík­is­ráð­num o­g Fisk­i­mál­a­ráð­num. Fólk­a­floks­for­mað­ur­in, sum hev­ur stað­ið í skugg­­a­num ­av gamla fólka­floks­for­mann­i­num, fær ikki mark­er­að seg í Utt­anríkisráðnum:

Bara at senda neyðhjálp til Cam­bod­i­a og at stuðla onkr­um skúla í Li­be­r­i­a, gevur ikki for­mann­inum tað rás­a­rúm­ið, sum krevst. Tí vóru hyggj­uráð­ini, at Anfinn Kallsberg legði frá sær, og at Jørgen tekur yvir sum skugg­a­fíggj­ar­mál­a­ráð­harri í fíggj­ar­nevndini og har fær framt fólka­floks­politikk í verki, sum hann ikki fær í Uttanríkisráðnum.

Um vikuskiftið síðsta royndi Javn­að­ar­flokk­urin a­t skapa yv­ir­skift­ir við at latast sum um, at flokk­ur­in lat seg freista av tilboð frá Tjóð­veld­i­num um, at Eyðgunn Samu­el­sen skuldi gerast forkvinna í fíggj­ar­nvend­ini – aftur­fyri, og sum takk fyri seinast.

Í hesi vikuni eru tað teir smáu, sum royna at seta yv­ir­skrift­ir. Miðflokkurin og Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in v­ilja ikki vera við til at gera liðugt ar­beiðið í Stjórn­ar­skip­an­ar­nevnd­ini. Sjálvstýri fer at skriva sítt egna álit, tí hitt førir ikki til nak­að, með­an Mið­flokk­ur­in held­ur Hans Paula Strøm vera so ring­an sam­bands­mann – og so fær flokk­ur­in held­ur
ikki tað ófødda barnið við í stjórn­ar­­skip­an­ar­ar­beiðið.

Tríggir sjálvstøðugir tingmenn, ein úr and­støð­uni, ein úr andstøðuni í sam­gong­uni og ein úr samgonguni – hava lagt uppskot fram á ting um at skerja ting­mann­a­talið úr 33 niður í 25. Júst hví 25 er tað magiska talið, hava teir onga góða grund­gev­ing fyri, uttan hana, at »tað verður bí­lig­ari at reka sam­fel­ag­ið«, og at tað fer at smitta av gjøgnum alla skip­an­ina.

Jú, mangt skal man hoyra. Men skal tað vera 25, hví so ikki 22, ella 18 ella 15? Jú færri jú bíligari, ikki so?
Hetta má vera politiska skipanin í ein­um nøt­uhylki­: Sjón­leik­ur og glantri­leik­ur, sjálv­drátt­ur og sund­ur­lyndi. Hetta bendir á, at pol­i­t­ik­ar­ar held­ur vilja gera okk­urt annað. Onkur vil lát­ast sum um og vinna øðr­um neisur, fleiri vilja fyri alt í verð­ini seta síni egnu fingramerki, með­an onk­ur kanska heldur vil halda seg til vald­ið.

Onkur fjáltur tykist vera á ting­fólki, sum hava so stóran tørv á at mark­era seg – um enn við rættiliga líka­gyld­u­g­u­m mál­um. Og tað hend­­ir, með­an stór­mál liggja fyri framm­an – stór­mál, sum skulu re­­for­­mer­a – eitt nú fisk­i­vinn­an, komm­un­ur­nar og skúl­a­skip­an­in –  fyri ikki at gloyma fíggj­ar­kar­m­in fyri komandi árið.

­Eyðsæð er, at valið nærkast.