Poul Kallsberg kom á vøllin í 54. minutti, og Pætur J. Petersen (myndin) kom á vøllin í 61. minutti, tá lið teirra, Hillerød tapti 0-3 fyri Kolding í næstseinasta umfarinum í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Tá føroysku leikararnir komu á vøllin var støðan longu 2-0 til heimaliðið, og tað eydnaðist ikki at venda gongdini.
Kapprenningin millum Hillerød, Esbjerg, Hvidovre og liðið hjá Adrian R. Justinussen, AC Horsens er hørð um seinna uppflytingarplássið. Tí kemur tapið í Kolding dátt við hjá Hillerød.
Klokkan 17 spælir AC Horsens dyst á útivølli móti oddaliðnum, Lyngby sum longu hevur tryggjað sær uppflyting til superliguna. Við sigri kann Horsens koma upp á 51 stig, og sostatt vera fýra stig frammanfyri Hillerød undan seinasta leikumfarinum.
Komandi sunnudag klokkan 14 endar Hillerød kappingina við dysti á heimavølli móti Hvidovre.











