Sum hyggjarar kunnu vit bara fegnast um, at Mentamálaráðið raðfestir hesa tænastuna til Føroya fólk. Vit hava mangan funnist at Mentamálaráðnum fyri drál og afturhald og fyri ikki at tora at taka neyðugar avgerðir í sambandi við Kringvarpið, sum so aftur hevur so stóra ávirkan á umstøðurnar hjá privatu miðlunum. Hetta hevur serliga snúð seg um útsøluna av lýsingum og sponsoravtalum, sum seinastu tíðina hava dikið dik á seg í Kringvarpinum.
Men nú halda vit, at Mentamálaráðið beinleiðis oyðslar, tá tað almenna nú skal byggja eitt nýtt talgilt sjónvarpssendinet. Tí tað almenna eigur longu eitt slíkt net. Netið hjá Televarpinum, sum Føroya Tele eigur – og Føroya Tele er jú ein almennur stovnur undir Vinnumálaráðnum – sum hevur latið sínum eigara – landskassanum – 30 milliónir krónur í vinningsbýti.
Sjálvandi átti Vinnumálaráðið bara at givið Televarpinum veitingarskyldu og goldið ta upphædd, sum skal til, soleiðis at sjónvarpsrásin hjá Kringvarpinum sæst í øllum Televarpsmóttakarum. Kringvarp Føroya fer valla undir at senda fleiri rásir. Tí klára vit ikki at framleiða føroyskt sjónvarpstilfar til eina rás, so er heldur ikki neyðugt, at ein almennur stovnur, sum Kringvarp Føroya skal senda fleiri útlendskar rásir, sum Kringvarpið longur frammanundan sendir.
Sjálvt um Føroya Tele er eitt partafelag, so er stovnurin ogn hjá landinum. Ongar ætlanir eru um at broyta tað – og tí er einki meira nátúrligt, enn at sjónvarpsnetið hjá Kringvarpinum og hjá Televarpinum verður eitt og sama net.
Kringvarpið eigur ikki sendinetið. Tað ger Mentamálaráðið, og Føroya Tele umsitur tað longu sum er.
Tí tykir tað, sum um mentamálaráðharrin fer um ánna eftir vantið, tá hann fer undir at byggja enn eitt landsfíggjað talgilt sendinet. Hetta hevði svarað til, at Dimmalætting, sum ikki longur hevur eina prentsmiðju, fór at byggja sær eina, heldur enn at lata blaðið prenta á einari longu eksisterandi prenstmiðju.
Vit vildu ynskt, at Mentamálaráðið heldur nýtti pengar til at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir Kringvarpinum, so tey sleppa undan at selja seg til kapitalin fyri hægstbjóðandi og harvið so líðandi máa støði undan trúvirðinum hjá hesum fyrr respekteraða mentanarstovni.