ODDAGREIN: Vinna og vøkstur

Tað standa stórar og positivar remb­ing­ar fyri framman í føroyska sam­fel­agnum.

Í summar verður aftur borað eft­ir olju, tá Statiol fer at bora sínar tveir leitbrunnar á føroysum øki, sum verður størsta einstaka íløgan í før­oysk­ari vinnusøgu yvirhøvur.
Um olja verður funnin, so verða vit kanska tað Klondike, sum nógv hava droymt um – men kanska gloymt. Men um kolvetni verð­ur funn­­ið ella ikki, so fer ein slík verk­­ætl­­an at kasta nógvar peng­ar av sær. Sambært kronikk hjá vinn­u­mál­a­ráð­harr­a­num í serblaðnum Vinnu, sum vit hava í blaðnum í dag, so fer hendan verkætlanin at kasta einar 2-300 milliónir krónur av sær til føroyska samfelagið.

Í Vinnu vísir Ragnar Joensen, sum í dag fer frá sum stjóri hjá heims­ins størsta alifelag, norska Mar­ine Harvest, á, at hóast ali­vinn­an veksur øðiliga skjótt, og at hann sær fyri sær, at alivinnan kann fleir­fald­ast, tí kring allan heimin bara veks­ur eftirspurningurin.

Avbjóðingin hjá okkum er so at skipa hesa vinnuna so skynsamt, at fram­leiðsla kann hanga saman, eisini við framleiðslu av fóðuri og við øll­um fyrivarnum, so sjúkur ikki fáa fót­a­festi og hótta alla alivinnu, so sum vit sæð fyrr, bæði her hjá okk­um og í øðrum londum.

Samstundis kunnu vit í blaðnum í dag lesa um, at í Fuglafirði fara tey at brúka um 200 milliónir krónur til eitt nýtt uppsjóvarvirki, sum tørvar út við 100 fólkum til arbeiðis.

At slíkt fløvar í komm­unu­kass­a­num hjá kommununi er eyðsæð. Men øðrvísi er á Sandoynni, sum skríggar eftir virksemi. Har hava verið ætlanir um alivirksemi, men sum kortini varð noktað.

Sambært vinnu­mála­ráð­harr­a­num, so ætlar hann ikki so lítið við ferða­vinn­uni. Her eru helst pengar at vinna, tí upplivingarvinnan er í vøkstri um allan heimin, so utt­­a­n iva kunnu vit eisini gera okk­um dælt av hesi vinnu, sum vinnu­mál­a­ráð­har­rin ætlar skal umseta fyri eina mill­iard um seks ár.

Tað er av stórum týdningi, at tey sum leggja til rættis, eisini hugsa um at skapa virksemi í gloymdu økjunum, so sum Sandoy. Ein tunn­­il fer uttan iva at økja um trivn­­að­in í Sandoynni – men vit kunnu ikki bara dúva upp á hann. Har má eisini skapast virksemi, so fólk kann trív­ast í økinum. Bæði nú, áðr­enn tunn­lin er komin, men eisini aft­­an. Kynstrið hjá politikarunum er at leggja so væl til rættis, at øll í sam­fel­ag­num fáa part av køkuni.

Nú tað tykist ganga fram á við bú­skap­i­num – og nú so nógv virksemi er í gongd á meginlandinum, eigur eis­ini at verða hugsað um vinnuna á bygd.