ODDAGREIN: Vrakaður í hevnissøku?

Lagt er upp til eitt beiskt orðaskifti á ting­fund­i­num fríggja­dag­in, tá Bjørn Kalsø, lands­stýr­is­mað­ur í menta­mál­­um, helst eisini skal svara upp­á, um tað var ein hevnd­ar­at­sókn frá hon­­um, at Hans Jó­hann­es á Brúgv ikki varð sett­­ur aft­ur í starv­ið sum stjóri á Vinnu­há­skúl­a­num, so sum set­an­­a­r­ból­k­­ur­in mælti til.

Málið um setan av nýggjum stjóra á Vinnuháskúlanum hev­ur longu fing­ið álv­ar­sam­ar av­leið­ing­ar fyri tvey að­al­ráð, sum hava mist sín aðal­stjóra: Leiv­ur Harry­son er far­in úr starvi sum að­al­stjóri í Menta­mál­a­ráð­num, með­an Poul Geert Hansen er flutt­ur úr að­al­stjóra­starvi í Heilsu­mála­ráð­num til Menta­mál­a­ráð­ið.
Tað er fallið fólkafloksmonnum fyri bróst­ið, at Hans Johannes á Brúgv varð vrak­að­ur sum stjóri. Bjarni Djur­holm, løg­tings­mað­ur, hev­ur reist mál­ið sum fyri­spurning til Bjørn Kalsø í løg­ting­inum, har Bjarni Djurholm setir fram níggju spurn­ing­ar um málið.
Meðan Bjarni Djurholm er meira var­in, so er formaðurin í val­fel­ag­num hjá Fólka­flokk­i­­num í Havn, Jógvan Poulsen, meira kon­tant­ur. Hann sig­ur í lesara­brævi, har hann pre­sen­ter­ar seg sum for­mann í Havn­ar Fram­burðs­fel­ag, at tal­an er um hevnd hjá Bjørn Kals­ø fyri svág­in, sum Hans Jo­hann­es á Brúgv segði úr starvi á Vinnu­há­skúl­a­num:
– Spurningurin er tí, um grund­gev­ing­ar­nar fyri upp­søgn­ini av Hans Jo­hann­us á Brúgv eru sam­røð­ur heima við døg­urð­a­borð­ið mill­um Bjørn og svág­in. Hetta má kall­ast leyst og sub­jek­tivt grund­ar­lag og setir eis­ini spurning við, um lands­stýr­is­mað­ur­in er ó­gegn­ig­ur í av­gerð­ini.
Formaðurin í valfelag Fólka­floks­ins sig­ur bein­leið­is, at mis­ál­it eig­ur at verða reist móti lands­stýr­is­manni­num – og hann mæl­ir Fólka­flokk­i­num til at atkvøða fyri ein­um slík­um misálitisuppskoti.
– Bjørn má frá í stundini, soleiðis at skað­in kann bøt­ast mót­veg­is Leivi og Hans Jó­hannes, sig­ur hann.
Hetta eru sera grovar skuld­set­in­g­ar ­móti lands­stýr­is­mann­i­num. Tal­an er um skuld­set­ing­ar um korr­­up­­ti­ón og vina- og kenningapolitikk av grov­asta slag, sum lands­stýr­is­mað­ur­in fríggj­a­dag­in má sann­føra løg­ting­ið um, at tær eru ósannar.
Málið kann fáa enn størri týdn­ing, tí vrakaði aðalstjórin fer eft­ir øllum at døma í rættin við mál­i­num, og end­ar tað við, at hann skal hava að­al­stjór­aløn í áravís fyri einki at gera, um ikki løgmaður finn­ur hon­um eitt ráðgevarastarv í lands­um­sit­ing­ini, so hevur løgmaður sjálvur ein stór­an trupulleika.
Spurn­ing­ur­in er so, um Bjørn kár­ar at verja seg, ella um Fólka­flokk­ur­in reis­ir mis­ál­it á menta­mál­a­ráð­harr­an...