Eitt tílíkt mál er aðalmálið hjá fólki sunnanfjørðs, sum í eini 20 ár hava havt ynski um, at Strandferðslan ikki skal leggjast, tá verkfall er. Vit skilja væl fólkið sunnanfjørðs, tí tey í Sandoy og Suðuroy verða so nógv harðari rakt, tá Starvsmannafelagið ella arbeiðsmannafeløg leggja siglingina um Suðuroyarfjørð og Skopunarfjørð lamna í dagar ella í vikur. Eitt er, at tey ikki fáa ferðast inn á meginlandið, men hetta rakar eisini vinnulívið hart og er ein hóttan móti trygdini í økinum.
Sambært tí, sum forkvinnan í Stravsmannafelagnum sigur við Sosialin í dag, so røkist einki fyri, at ein loysn finst við samráðingum millum fakfeløg og landsstýrið, tí Starvsmannafelagið vil – sum vera man – ikki frásiga sær ein framúr góðan trumf, sum tað er at leggja tvær heilar oyggjar lamnar, meðan fólkið í Havn valla grunar, at verkfalsstøða er.
Men hinvegin so er tað ikki í lagi, at eingin megnar at skera ígjøgnum. Landsstýrisfólkini klára tað ikki. Fakfeløgini klára tað ikki, og løgtingsfólk klára tað ikki. Tí er støðan fastlæst, og eingin broyting er at hóma.
Vit kunnu siga tað sama um hesar vælsignaðu koyripengarnar, har politikarar sjálvir hava gjørt síni egnu viðurskifti so lukrativ, at landsstýrisfólk fáa upp í 13.500 krónur skattafrítt um mánaðin oman á lønina. Hetta málið hevur fleiri ferðir verið og vent í tinginum – men tað er so altíð tí at miðlarnir hava gjørt vart við tað. Men hóast uppskot kemur á tingborð, so eydnast tað altíð at skúgva tað til viks við onkrari undanførslu. Seinast var tað tí, at løgmaður arbeiðir við málinum.
Men úrslitið verður tað sama.
Í seinastu orrustu hoyrdu vit formannin í fíggjarnevndini hjá løgtinginum grundgeva fyri sínum sjónarmiðum um, hví neyðugt er hjá politikarum at hava skerskipanir á hesum øki. Hann segði, at tingfólk skulu hava skattafríar koyripengar at koyra til Havnar fyri, tí at arbeiðsplássið hjá tingfólki – altso hjá teimum sum búgva uttan fyri Havnina – er heima við hús. Tá tey fara til Havnar á tingfund, fara tey ørindi fyri arbeiðsgevararan, vildi Bárður Nilesen vera við.
Niðurstøðan er tí, at tað ber til at gera serskipanir, tá tað er til fyrimuns fyri politikararnar sjálvar.
Men tað ber ikki til at gera serskipanir fyri manningina á Smyrli og Teistanum, til tess at tryggja samferðsluna til suðurøkið.
Hetta er føroyskur politikkur í einum nøtuhylki...