ODDAGREIN: Vís nú títt virði, Kaj Leo!

Tað var eitt sera áhugavert tiltak, sum and­støð­u­flokk­ar­nir á tingi skip­aðu fyri í Norð­ur­landa­hús­i­num fríggj­a­dag­in um fisk­i­rík­i­dømi okk­ara, ogn Føroya Fólks.

Í roynd og veru er hetta størsta pol­it­iska mál­ið nakr­a­n­tíð, sum Før­oya Løg­ting skal taka støðu til. Hetta er eitt mál, sum hev­ur breiða semju í løg­ting­i­num, men sum Fól­k­a­flokk­ur­in kort­ini stýr­ir, tí eing­in pol­it­isk­ur flokk­ur stend­ur Fólk­a­flokk­i­num kurl í fisk­i­vinn­u­mál­um. Tað er tí líka­mik­ið, um Fólka­flokk­urin sam­starv­ar við Javn­að­ar­flok­kin, Tjóð­veld­is­flokk­in ella Sam­bands­flokk­in. Hann hev­ur sam­starv­að við all­ar í hes­ari øld­ini, og støð­an er tann sama, at í fisk­i­vinn­u­mál­um ræður Fólkaflokkurin eina.
Alt framtíðarríkidømi okkara ligg­­ur tí í hond­um løg­mans og Sam­bands­­floks­­ins. L­øg­­mað­­ur skal tí eins­­­­a­­mall­­ur gera av, hvørja leið, vit skulu fara, um vit skulu fara fólka­floks­­­leið­ina við at lata nøkr­­um áv­ís­um reið­ar­um alt fisk­i­rík­i­dømi, ella vit skulu gera sum Framsókn, Tjóð­veldi, Javn­­að­ar­flokkurin vilja – og sum Sam­bands­flokk­ur­in vil inn­­ast inni: Skipa hesi við­ur­skifti so­­leið­is, at Før­oya fólk fær lut í síni egnu ogn – ogn Før­oya fólks.
Tað er hesa stóru avgerð, sum Kaj Leo Holm Jo­hann­esen, løg­mað­ur, stend­­­ur eins­­­­a­­mall­­ur við. Tað er upp til hann eins­a­mall­an at gera av, um vit vilja skapa eitt sam­fel­ag við nøkr­um fá­u­m fisk­i­­vinn­­u­bar­ón­um, nøkr­um fá­um familjum, sum skul eiga alt til­feingi í landinum og hava tilsvarndi vald, ella vit skulu hava eitt sam­halds­fast sam­fel­ag, har all­ar borg­ar­ar hava somu rætt­indi og somu skyldur.
Íslendski profesarin, Thorvaldur Gylfa­­son legði ikki fingr­ar­nar í­mill­um, tá hann greiddi frá, hvussu ís­­lendska tjóð­­a­r­­ogn­­in í hav­­­i­­num end­­aði á priv­­at­­um hond­­um: Í 1984 góvu poli­tik­ar­arnir nøkr­­um fá­­um reið­a­r­­um rætt­in til fisk­i­rík­i­døm­ið. Hetta førdi til eitt fá­mann­a­veldi, sum Hægsti Rætt­ur í 1998 stað­festi var grund­­lóg­­ar­­brot. Men korr­um­p­er­aða pol­i­t­i­ska skip­an­in fekk broytt hesa stað­fest­ing, sum tó varð stað­fest í mann­a­rætt­inda­dóm­stóli­num í Stras­­bourg í 2007, sum stað­festi, at út­­­lut­­ing­in av fisk­i­ríki­dømi­num var brot á al­­tjóða manna­rætt­indi, tí all­ir borg­ar­ar eru javn­sett­ir mót­veg­is al­menn­um ognum.
– Lata føroyingar nøkrum fá­um fiski­rík­i­døm­ið, fara teir eis­ini at tapa eitt slíkt mál í Stras­­bourg, und­ir­strik­aði ís­lendski pro­fessarin.
Hetta er ein sera á­hug­a­verd­ur boð­­skap­ur, sum løg­mað­ur vón­andi grund­ar væl og virð­i­liga yv­ir. Tað er rós vert, at and­støð­an ski­p­a­r fyri slík­ari ráð­­stevnu – sum tvør­pol­­it­­iskt er gev­­andi og á­­hug­a­­verd. Hetta er ikki at leggja sam­gong­uni fót­­ongl­­ar. Tann av­­gerð­­in, sum skal tak­ast, skal tola allan kritikk, ann­ars er hon ikki borðbar.
Kaj Leo Holm Johannesen, víst nú títt virði sum løgmaður Føroya fólks!