Tað sigur løgmaður heldur bersøgin í blaðnum í dag, og hann heldur, at mannagongdin eigur at broytast
Temaið í blaðnum í dag er lobbyisma – hvussu fólk og felagsskapir kunnu ávirka politisku skipanina. Tað kann vera upp á tann góða mátan, men tað kann eisini vera upp á tann ringa mátan.
Sjálvandi skulu fólk og felagsskapir kunna siga sína hugsan til eitt nú lógarsmíð. Men tað skal sjálvandi gerast gjøgnumskygt, so tað altíð ber til at síggja og skilja, hví júst hesin felagsskapurin ella hesin persónurin skal siga sína hugsan til júst hetta málið.
Løgtingið hevur sína siðvenju í so máta, og tað verður altíð upplýst í sambandi við lógaruppskot, hvør hevur havt málið til hoyringar. Men viðhvørt, so tykist politiska skipanin ikki hava stundir til hendan mátan at vísa sín vilja til fólkaræði. Og tí hava vit júst í hesum døgum dømi um, at Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur kært landssstýrismannin í fíggjarmálum til løgtingsformannin fyri ikki at virða hoyringsfreistir.
Vit hava eisini dømið við løgmanni, sum meira ella minni formelt tosaði við fólk handan CIP í sambandi við Skálafjarðartunnilin.
Slíkt hevur týdning at vita. Og tað hevur eisini týdning, at vit vita, hvønn Jacob Vestargaard tosar við í sambandi við fiskivinnusamráðingar – tí tað hevur týdning at vita, hvørji áhugamál stýra og ávirka tey, ið skulu taka tær týdningarmiklu avgerðirnar.
Spurningurin er so, hvat løgmaður meinar við, tá hann sigur, »at tað líkist svartasta ongum, at vinnan situr við sjálvt samráðingarborðið«. Tað ger vinnan, og tað hevur hon altíð gjørt. Og so seint sum 18. november boðar Fiskimálaráðið frá í sambandi við Strandalandasamráðingar um makrel í Clonakilty, at Sendistovan í London, Felagið Nótaskip og Føroya Reiðarafelag manna føroysku sendinevndina.
Samráðingar verða aftur í hesum mánaðinum. Fer løgmaður tá at nokta vinnuni at sita við samráðingarborðið?