Hetta er tað, ið summi kalla »øvundsjúkuskattur«, tí tað kann føra til, at bilasølurnar selja færri marglætisbilar, at matstovuvinnan selur færri døgurðar til handilsvitjandi, og at tað annars rakar ferðavinnuna, sum er illa sperd frammanundan. Kanska nakað er um hetta. Men siga vit, at fleiri pengar koma í almenna kassan – ella nakað tað sama, so merkir tað væl saktans, at líka nógvir pengar verða til nýtslu – ella fleiri, hóast tað ikki eru bankar sum keypa fínar stjórabilar og handilsmenn sum keypa nógvar døgurðar á matstovum. Kanska bilarsølurnar selja fleiri bíligari bilar til Palleba, og kanska fleiri fólk fara út at eta fleiri »bíligar« døgurðar. Um so verður, so er úrslitið tað sama – bara býtt millum fleiri fólk.
Tá vit tosa um »øvundsjúkuskatt«, so skal tað sjálvandi takast í álvara. Landið skal ikki gera handilsligu korini hjá vinnuni verri. Tað sigur seg sjálvt. Men tað merkir ikki, at landið bara skal lata standa til. Tað eru viðurskifti, sum saktans kunnu regulerast – og hví ikki umfordeila nýtsluna eitt sindur, so hon kemur fleiri til góða – og soleiðis, at vanliga fólkið eisini hevur valmøguleikan.
Eitt annað mál, sum landsstýrissamongan hevur boðað frá er, at talið á aðalráðum skal lækka eftir valið. Tað er politiskt korrekt at siga, at almenna umsitingin er ov stór, og at hon skal minka og spara. Hinvegin duga tey ikki nóg væl at spara í umsitingini, tí tað gongur í alt ov stóran mun út yvir keypa av tænastum, meðan tað fyri ein hvønn prís verður hildið upp á starvsfólk.
Hava vit sett okkum spurningin, um skipanin við aðalráðum er tann rætta? Hví skulu vit hava eina heila stóra umsiting rundan um ein landsstýrismann? Sjálvandi skal hann hava eina ávísa umsiting, men ikki er neyðugt við tíggjutals fólkum til hvørt landsstýrisfólk. Við logiskari samskipan, so kundu óivað nógvar – sera nógvar tænastu verði samanlagdar hjá ymsu ráðnum. Ein háttu hevði verið at savnað øll aðalráð á einum stað og havt eina felags umsiting, meðan hvørt landsstýrisfólk hvør í sínum lag hevði einsamalt tær mest neyðugu funktiónirnar.
Vilja vit spara, so ber tað sjálvandi til. Men um landið velur at spara allar tænasturnar, og varðveita ov nógv størv, so gongur tað út yvir privata vinnulívið, og so er einki vunnið.









