Dimmalætting, sum Zacharias Bech hevði skrivað undir heitinum ?Samgongan siglt fýra ferðir á sker?. Fyrst má eg sanna, at eg ongantíð havi tikið mær stundir at lesa nakra grein, sum Zacharias fyrr hevur skrivað [...] okkum við at taka alla okkara lániskuld á seg. Sjálvandi tað. Vit vóru niðurundirkomnir av skuld og okursrentum frá donskum lánihávum, sum høvdu gjørt sær dælt her á landi. Nú hendi tað stuttliga, at tá tað [...] vita. Vit minnast bankamálið og markna-trætuna við bretar. Báðar træturnar misti ella mundi hann mist á gólvið. Zacharias heldur, at gamla dangan Agnes Louise er nógv betur enn núverðandi landstýrisskúta
fyrstu løtu løgdu á Ioanu Rápa. Við at halda henni úti, mátti VÍF í øllum førum vera størstu skothóttanina fyri uttan, og tað var eyðsæð, at Guðrun í Lágabø hevði hampuliga gott tak á skotroyndunum frá [...] eisini á eini leið hjá heimaliðnum hesa løtuna.Tær megnaðu hampuliga væl at pressa spælið upp, soleiðis at VÍF verjan kundi spælast tunn, men stóri trupulleikin var, at tá tær so komu ígjøgnum á veinginum [...] VB fekk minkað niður í seks mál, men nærri enn tað sama megnaðu tær á heimaliðnum ongan tíð at koma. Styrkisuppvísing Við sigrinum á næst fremsta liðnum ikki bara staðfestu VÍF kvinnurnar, at tær í løtuni
búð nærum øll árini á sjálvum Kirkjuváli í Tvøroyrar hjarta. Á hesu kirkjugrund fekk eisini fakrørslan sær miðstøð, og kom haðani íblástur til nógv av tí, sum gjørdist vinnulívssøga á Tvøroyri, skapti virksemi [...] eitt far, sum mangur hevði á orði sum dømi um gjøgnumført viðlíkahald og ábyrgdarkenslu fyri virðum og tólum. Í nýggju húsunum merktu vit, sum so ofta sita væl har, at Sanna og Dánjal Jacob kendu seg væl [...] hevur kent samhaldsfesti við hesa stætt og sýnt tað í verki Hansara lívsverk var fyrst og fremst útinnt á havinum fyrst við sluppum og trolarum, men síðan seint í fjørutunum sum útróðrarmaður burturav. Hann
Karsten gongur á selaveiðu á tí fyrsta sinni. Tá hann kom á látur fram, tá var Ellintur inni. Ellintur vil sítt veldi verja ? so er komið til mín. »Lúka skalt tú fleiri treytir, áðrenn hann verður tín. Skipið [...] monnum. Vit verja okkum manniliga, tú sanna skalt av sonnum.« Karsten rikin aftur varð við so miklum treða. Einki skip á hesum sinni fingið varð til vega. Royna teir á øðrum sinni ? fleiri nú í tali. Karsten [...] stýra. Brimil lá á bóli kvirrur eina so langa stund. Jørgen vildi hann førdan hava yvir tað breiða sund. Jørgen sendi Karsteni boð ? so sigur frøðin frá. »Tú skal okkum Brimil fáa heim á Havnarvág.« Karsten
Onkur vil kanska halda, at eg gangi teimum ov nær við at minna á teirra lønir, men um eg hevði roynt at spurt um teirra gerðir vóru grundaðar á, at báðir vóru hugsjónarmenn, høvdu fólk flent. Nei, eg vil [...] eisini viðhvørt eina sterka síðu, sum eingin annar miðil nær ella námint hevur. Ein mynd kemur fram á skíggjan í nøkur fá sekund, men hon fer ikki frá tær aftur, tí hesi fáu sekundini avdúkaðu so ótrúliga [...] báðir føroysk/donsku fólkatingslimirnir hava sett felags kós (teir eru so sanniliga í sama báti) niðri á dana tingi, kann so eingin ivast í. Kósin er eisini fyri føroyskan politikk her heima. Samdir draga
ein kortini við sorg í sinni sanna, at hesir himnaherjar fyrr ella seinni koma raplandi niðuraftur á fasta grund. Í Føroyum hava vit havt fleiri slíkar gjøgnum tíðirnar. Á tí politiska sjálvstýrisveinginum [...] vilja tað ella ikki, men álítandi søga verður valla skrivað um okkara avrik, meðan vit sjálv eru uppi á døgum. Tað er teimum fáu givið at megna at broyta søgunnar gongd; men fleiri eru tey, ið tilvitað eru [...] arbeiðið, sum fyrst og fremst hevur verið í samsvari við fólksins gerandisligu neyðsyn, og lagt minni dent á at nema teirra kensluliga hugaheim. Tað endaliga, høga stavnhaldið fyri tjóðina hava sambandsfólk ongantíð
Dánial á Dul Jacobsen Sum við eitt slag broyttist føroyskur politikkur eftir seinasta val. Tann turrisligi og keðiligi ?amtráðspolitikkurin? varð við eitt lyftur upp á hægri støði. Fyri fyrstu ferð var [...] avgjørd á nógv hægri stað og nógv hægri støði enn hjá donskum og føroyskum polititkarum. Hetta tekur kortini ikki ábyrgd og skynsemi frá okkum. Tvørturímóti, so er júst tað eggjanin til at halda á við sonnum [...] Umframt tað kunnu vit rokna við at støði á fiskaprísunum ikki verður tað sama framyvir. Tað fer í langa tíð framyvir at vera nógv hægri. Hetta orsakað av ruðuleikanum á kjøtmarknaðinum. Tað sum vit nú skulu
Øll hini á stadion, vóru ímóti okkara monnum, og hóast teir 8.000 áskoðar-arnir ikki sýndust av nógvum á risastóra leikvøllinum, so syrgdi góði akustikkurin á vøllin fyri, at okkara ikki á nakran hátt [...] seinastu trý korterini, men hinvegin fingu okkara nú rættiliga fatur á í verjupartinum. Uttan møguleikar fyri at økja, vóru teir á heimaliðnum tó á ongan hátt, og tað einu ferðina mátti Jákup Mikkelsen takka stongini [...] at syngja før-oyska tjóðsangin, sum tað var, tá hesin varð spældr á Luzjniki Stadion í Moskva mikudagin. Umframt teir 11 leikararnar á vøllinum, og tað fólk, sum saman við skiftisleikarum og venjarum eru
Hetta sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd. Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur seinastu árini skipað fyri serligum átaki, har allir næmingarnir í 9. flokkunum eru við á dagsskeiði um Ferðslutrygd. Jón [...] ukkum í brennidepilin, at teir verða gjørdir so ítøkiligir, sum til ber, so næmingarnir veruliga sanna, at hetta eisini er nakað, sum kann raka teir, sigur Jón Kragesteen. Fyrr hevur nógv verið frammi
Tað dregur á bæði. Og ikki var tað uttan orsøk, at gomlu grikkarnir ávarðu móti siglig millum Skyllu og Karybdis. Og kanska er tað júst henda dualisma, hetta tvíeggjaðað svørðið, ið maðurin á Oscar-standmyndin [...] »Almost Famous«. Skuldu vit nakrantíð uppliva tann dag, at lesa undirtekstir á føroyskum, so høvdu hesir filmar kanska iti »Tikari á lopi« og »Næstur stjørnunum«. Men rætt skal verða rætt. Tveir íslendskir [...] »Dansurin«, sum Árni Dahl týddi og influtti av egnum áhuga. Gævi, at onnur settu sjøtil á ein virknan mentapolitikk á hesum øki eisini. ? Gott Vikuskifti!