Zacharias er stuttligur!

Fyri stuttum stóð ein grein í Dimmalætting, sum Zacharias Bech hevði skrivað undir heitinum ?Samgongan siglt fýra ferðir á sker?.

 

Kai Vágfjall


Fyri stuttum stóð ein grein í Dimmalætting, sum Zacharias Bech hevði skrivað undir heitinum ?Samgongan siglt fýra ferðir á sker?. Fyrst má eg sanna, at eg ongantíð havi tikið mær stundir at lesa nakra grein, sum Zacharias fyrr hevur skrivað, men av óvart las eg tær fyrstu reglurnar í hesu grein. Tað hevði við sær, at eg kundi ikki leggja frá mær, fyrr enn og hevði lisið greinina at enda.

Eg havi altíð hildi at Zacharias er ein álvarsmaður, hvat hann helst eisini er, men at hann samstundis dugir at vera so stuttligur, hevði eg ikki varhugan av. Hevði eg bara vita at Zacharias átti slíkan fjaldan humor, hevði eg fyri langt síðani verið byrjaður at lesa hansara greinar. Vónandi koma tær út í bók einaferð.

Hann hevur funnið útav, at Edmund er nógv betri samráðingarleiðari enn Anfinn. Sjálvandi tað, hann hoyrir jú til baklandið hjá Edmundi, so tað má hann vita. Vit minnast bankamálið og markna-trætuna við bretar. Báðar træturnar misti ella mundi hann mist á gólvið. Zacharias heldur, at gamla dangan Agnes Louise er nógv betur enn núverðandi landstýrisskúta. Tað ljóðar eisini ógvuliga stuttligt.

Men greinin kundi verið enn stuttligari um hjá Zachariasi, hevði minst til at fingið alt við, sum hann helst hevur ?gloymt?. Hann hevur gloymt hvussu ofta Agnes Louise rendi á land, og fleiri ferðir mundi kollsiglt, vegna vánaligan sjómansskap, tá hon var landstýrisskúta. Hon hevði bæði ekkolod og radara, men hvørki teirra virkaðu, og sjálvstýrari var bannlýstur umborð. Skiparin skuldi sjálvur halda um stýrisvølin.

Zacharis nevnir, at hon kom heim full uppundir lúkurnar. Satt er tað, at onkuntíð var hon full uppundir lúkurnar, men tað er ikki líkamikið hvat eitt skip er fullt uppundir lúkurnar av.Tá Edmund fór niður at krevja bankaskuldina eftirgivna, tí tað var danskt mál, tá kom hon sanniliga heim aftur full uppundir lúkurnar - av sjógvi, og tá so er, er støðan sera vandamikil. Tí tá skuldin ikki varð eftirgivin, kom Agnes Louise heimaftur ongul í reyv, við 100 mill. meira í lániskuld. So her var nógvur sjógvur í lastini. Jú, jú ein fínur skipari og ein fínur samráðingarleiðari. Zacharias er sera stuttligur.

Støðan gjørdist so álvarslig, at bestimaðurin mynstraði av við fleiri av sínum monnum. Seinri gjørdist støðan uppaftur verri, tá hon enn einaferð rendi á land, tí skiparin helt at hansara egnu menn høvdu framt ?múttarí?, tað sum hann ídag kallar statskvett. Skiparin var fyrsti maður at rýma av søkkandi skútuni, við eini uppsøgn í reyvalummanum. Ikki minni stuttlig hending.

Eitt annað stuttligt sum Zacharis nevnir er, at danir ?bjargaði? okkum við at taka alla okkara lániskuld á seg. Sjálvandi tað. Vit vóru niðurundirkomnir av skuld og okursrentum frá donskum lánihávum, sum høvdu gjørt sær dælt her á landi. Nú hendi tað stuttliga, at tá tað stóð teimum milliardatap í hendi, bjargaði danska stjórnin teimum, meðan vit hildu áfram at rinda okurs rentu til danska statin. Stuttligt? Nei tað haldi eg ikki, tí vit føringar máttu rinda ballið hjá skútuni Agnes Louise.