Russar noyddust av álvara at sanna, at Føroyar ikki longur eiga at átaka sær leiklutin sum pinkulingar í altjóða fótbóltshøpi. Eftir eitt vala avrik noyddust okkara menn av vøllinum við teprum tapi, sum tó í allar mátar má roknast sum eitt sera heiðurligt úrslit
Landsdystur
Álvur Haraldsen/Jákup Mørk, Moskva
Russland-Føroyar 1-0 (1-0)
Tað er sjáldan, at tað kennist so serligt at syngja før-oyska tjóðsangin, sum tað var, tá hesin varð spældr á Luzjniki Stadion í Moskva mikudagin. Umframt teir 11 leikararnar á vøllinum, og tað fólk, sum saman við skiftisleikarum og venjarum eru knýtt at landsliðnum, vóru bert seks føroysk fjølmiðlafólk, sum kundu taka undir við hesum.
Øll hini á stadion, vóru ímóti okkara monnum, og hóast teir 8.000 áskoðar-arnir ikki sýndust av nógvum á risastóra leikvøllinum, so syrgdi góði akustikkurin á vøllin fyri, at okkara ikki á nakran hátt skuldu kenna seg væl-komnar.
Ógvuslig byrjan
Tað tók heldur ikki nakra serliga langa løtu, áðrenn russisku leikararnir á vøllinum høvdu sýnt, at teir so avgjørt ikki ætlaðu, at Føroyar skuldi verða nøkur serlig forðing hjá teimum á vegnum til Japan.
Alt fyri eitt varð eitt øgiligt trýst lagt oman móti føroyska málinum, og fyrstu minuttirnar var tað eins og vit vórðu sett aftur í Landskrona-tíðina hjá landsliðnum. Við at kalla øllum monnum niðri í brotsteiginum royndu okkara av øllum alvi at forða fyri einum russiskum máli, og hóast tað mangan stóð nógv á, so eydnaðist hetta eisini.
Alt hetta tóktist tó at taka eina vend, tá á leið 10 minuttir vóru leiktir. Fyrsta veruliga kontra álopið hjá okkum varð sett í gongd av Øssi Hansen, sum við eini langari sending fann Christian Høgna Jacobsen frammi í vinstra borði. Hóast ungur og óroyndur so smæddist Christian Høgni ikki, og eftir at hava sneitt verjuleikara av sær, sendi hann flatt inn til Kurt Mørkøre, men norski málslúkurin gjørdist akkurát ov stuttur til at seta fótin undir bóltin.
Allar helst gav hendingin russum ein lítlan hvøkk, og hesin mundi ikki gerast minni, tá Øssur og Christian Høgni enn eina ferð broderaðu seg ígjøgnum høgra verjuborð hjá russum.
Teir gjørdust meira varnir, og hetta viðførdi spakuliga, at okkara menn eisini vórðu betri skipaðir í verjupartinum. Óli Johannesen fór nú undir at seta sínar snarur, og tað hóvaði so avgjørt ikki russarunum, at teir alsamt títtari rendur seg inn í føroysku rangstøðufelluna.
Snýttir
Tá umleið eitt korter var farið, kom so hendingin, sum uttan iva var tann, sum var størsta samrøðuevni á leikvøllinum hendan dagin. Úr vinstru fann John Petersen við eini bleytari send-ing Jákup á Borg, og hesin tóktist hava beina kós móti málinum, tá Victor Onopko við fullari ferð sendi føroyska vongverjan um koll í brotsteiginum.
Einki er at ivast í, at talan var um brotsspark, men dómarin lat tó ikki á nakran hátt við seg koma. Hornaspark varð úrslitið, og tá hetta ikki kastaði nakað stórvegis av sær, kundu russar eina løtu draga andan munandi lættari.
Væl skotið mál
Hóast hvøkkin, so sýndu vertirnir framhaldandi, at tað at teir høvdu virðing, ikki á nakran hátt merkti, at teir vóru bangnir fyri at framhalandi trýsta spælið oman á føroysku hálvuna.
Heilt vandamikið mundi tað eisini blivið beint eftir væntandi føroyska brotssparkið. Maxim Buznikin, sum longu í fleiri førum hevði givið dømi um sítt stutta avtrekk, langaði til, men harða skotið fall tíbetur beint móti kroppinum á Jákupi Mikkelsen.
Somikið væl gekk tað ikki tríggjar minuttir seinni, tá einasta málið í dystinum kom. Vinstru megin brotsteigarmarkið var Óli Johannesen óheppin, tá hann blokeraði eini russiskari skotroynd. Bólturin rullaði fram við brotsteiginum, har Alexander Mostovoi við einum fløtum skotið sendi bóltin oman í handara málhorn. Hesin Alexander hevur longu í fleiri ár givið dømi um frálíka sparkiteknikkin hjá sær, og skotið varð somikið væl sett, at málverji okkara ikki hevði nakran sum helst møguleika fyri at verja fyri.
Longu tveir minuttir seinni lág bólturin aftur í føroyska málinum, men tíbetur varð málið hjá Rolan Gusev kolldømt vegna rangstøðu.
Lægri ferð
Hóast tað neyvan var tilætlað, so viðførdi russiska málið, at teir ikki løgdu eitt eins stórt trýst oman móti føroyska málinum. Einstakir møguleikar vóru sjálvandi, men hinvegin høvdu okkara so avgjørt eisini sítt at skula sagt.
Størstur var vandin í tveimum førum, tá Jákup Mikkelsen av álvara noyddist at prógva, hví hann verður roknaður millum bestu málverjarnir í donsku superliguni. Fyrst slapp Maxim heldur lætt inn um Hans Fróða Hansen, men royndin úr spískum varð meistarliga hálvbjargað av skansanum hjá okkum. Seinnu ferðina var, tá Dmitri Knokhlov slapp leysur av føroysku verjuni, og hevði hálvan vøllin fyri seg sjálvan, uttan at hetta tó kastaði nakaðð russiskt mál av sær.
Hinvegin høvdu okkara leikarar so sanniliga eisini sínar møguleikar. Ein hin størsti kom, tá frísparksinnlegg úr høgru sigldi yvir um russisku verjuna, har Øssur Hansen kom við fullari ferð. Tað eydnaðist honum tó ikki at fáa tamarhald á bóltinum, og so kom ein russi ímillum.
Beint undan steðginum áttu Føroyar hornaspark, og eftir at málverjin fyrst var farin skeivur av bóltinum, fall hesin brádliga til Óla Johannesen, men hesin skeyt upp eftir heldur enn frameftir, so talan var bert um hitt eina málið, tá farið varð til hálvleiks.
Maskinfótbóltur
Eystureuropeiskur fótbóltur hevur í mong ár verið róptur fyri maskinfótbóltur, og í longum løtum av fyrra hálvleiki sýndu russarnir eisini, hvat hetta hugtak í veruleikanum merkir.
Onkur vildi kanska rópt tað einstáttað, og rætt er tað, at talan sum so ikki var um nakað ávíst einmansavrik frá teirra síðu. Hinvegin var talan um liðspæl á allar hægsta støði, har teir við fullari ferð spældu skjótt kombinatiónsspæl, og har flytingarnar vóru somikið nógvar, at okkara menn høvdu ilt við at hava tamarhald á støðuni.
Eitt slag av fótbólti, sum setir sera stór krøv til leikararnar á liðnum, og har bóltførleiki, skjótleiki og treystleiki skulu ganga upp í eina hægri eind.
Broytingar i fimm ár
Hóast greiðu leikligu yvirvágna, so tóktist tó í steðginum greitt, at russiski venjarin var alt annað enn nøgdur um tað, sum hansara menn høvdu víst. Tvær útskiftingar vórðu gjørdar alt fyri eitt, men hóast hetta, so tóktust russar at vera nógv meira varnir nú, enn teir høvdu verið í fyrra.
Hetta hevði so aftur tað ávirkan á spælið, at møguleikarnir hjá føroyska liðnum at gera um seg í kontraálopum, nú vórðu nógv færri. Satt at siga, so var ongan tíð nakar rættiligur vandi á ferð framman fyri russiska málið seinastu trý korterini, men hinvegin fingu okkara nú rættiliga fatur á í verjupartinum.
Uttan møguleikar fyri at økja, vóru teir á heimaliðnum tó á ongan hátt, og tað einu ferðina mátti Jákup Mikkelsen takka stongini fyri hjálpina, tá Knokhlov úr 20 metrum sendi á stólpan, heilt uppi undir samankomingini.
Nærri enn hesum komu russar tó ongan tíð, og tað tóktist eisini sum um hetta elvdi til frustratiónir á liðnum. Ikki minst uttan fyri vøllin, har onkrir búrkroppar fóru at gera um seg, og millum annað tveittu ljósbumbur oman móti vøllinum.
Hetta seinasta vísur eisini, at tann liberaliserandi gongdin, sum hóast alt er farin í gongd í Russlandi, gerst alt meira sjónlig. Gaman í varð ófríðarkroppurin bardur niður av løgregluni, men ein slík ger hevði als ikki runnið nøkrum russara til hugs fyri einum fimm árum síðani, tá Føroyar vitjaðu seinast.
Fyri okkara vísti dysturin tó mest, at vit so sanniliga eisini hava førkað okkum hesi seinastu fimm árini. At vit ikki á nakran hátt kunnu roknast fyri walk-over í framtíðini, men at øll lið - sjálvt hin russiska bjørnin ? skulu geva seg fult út, fyri at basa okkum.
Hetta tykist nú eisini at vera galdandi, hóast skaðar og annað gera um seg. Føroyska liðið nýtti í Moskva fleiri ungar og heldur óroyndar leikarar, men fyri allar hesar var galdandi, at teir stóu royndina til reint UG, og við hesum fingu prógvað, at vit so avgjørt eisini eitt landslið, tá fleiri av teimum núverandi helst fara í holt við eitt ættarliðsskifti.
Dysturin í tølum
Russland-Føroyar 1-0 (1-)
1-0: Alexandur Mostovoi 19.
Russland:
1 Russlan Nigmatullin ? 6 Yury Kovtun, 3 Yury Nikiforov, 7 Victor Onopko, 4 Omari Tetradze (16 Yury Drozdov 45.)? 5 Rolan Gusev (15 Dmitry Alenchev 45.), 9 Egor Titov, 8 Valery Karpin ? 10 Alexander Mostovoi, 2 Dmitry Khokhlov, 11 Maxim Buznikin (17 Vladimir Beschasterkh 63.)
Føroyar
1. Jákup Mikkelsen ? 3 Pól Thorsteinsson, 2 Óli Johannesen, 5 Hans Fróði Hansen ? 6 Øssur Hansen, 7 Fróði Benjaminsen, 11 John Petersen, 8 John Petersen, 4 Jákup á Borg ? 10 Christian Høgni Jacobsen, 9 Kurt Mørkøre (14. Sámal Joensen 71.)