Oscar Night

UNDIRHALD. Í undirhaldsverðini er einki sum at fáa ein Oscar. Hesa virðisløn, sum setir gongd á

og heldur hjólunum gangandi, so eisini væl smurdur vinningur fæst burturúr.

Og hvat kann verða betri enn at fáa listina at geva vinning?

 

Filmur


Birgir Kruse


Oskarsaftan. Soleiðis rópa sjónvarpsrásirnar morgindagin. Og mánanáttin, hon er skírd Oscar Night. Náttin, tá heimsins kendasta virðisløn verður latin teimum, sum verdug eru. Handanin fer fram í Los Angeles mánanáttina klokkan tvey, okkara tíð. Men hetta er ikki eitt staðbundið tiltak, knýtt at ávísari klokku. Her er allur heimurin við. Í einar fýra tímar ella so.

Danska sjónvarpsrásin TV2 er ein teirra, sum sendir, so til ber at fylgja við, skuldi áhugi hjá føroyskum náttarravnum verið til tess. Og tey sum vilja hava allar smálutir við beinanvegin, kunnu longu nú fáa tørvin nøktaðan á heimasíðuni www.oscar.com, har alt fæst at vita um einstøku filmarnar, ið skotnir eru upp at fáa ársins Oscar, hvør í sínum bólki.

At verða í uppskoti at fáa ein Oscar, hevur alstóran týdning. Men best man verða eisini at vinna virðislønina.

Tó, ymsar eru hugsaninar um hesa gyltu virðisløn og teir filmar, sum verða heiðraðir á henda hátt. Tað eru tey, sum fult og heilt avskriva Oscar virðislønina og alt tað hon ber í sær. Hildið verður, at sonn list aldri fer at fáa eina Oscar virðisløn, tí tey sum vara av hesi virðisløn hvørki varnast ella gáa um sanna list. Tey síggja bara amerikanskar undirhaldsfilmar og hava eittans endamál: at halda amerikansku filmsvinnuni gangandi. Við undirhaldi, so sum brúkarin vil tað. Og mátið, tað eitir Box Office.

Hyggja vit at sýningarskráunum hjá evropeisku biografunum, so sæst eisini, at amerikanskur undirhaldsfilmur hevur alstóra yvirvág.

Men hinvegin ? eitt tiltak og ein hending, sum Oscarhandanin veruliga er, kann eisini varpa ljós út í krókar, eingin visti vóru til. Eitt nú Sámaland og Ísland. Her gera tey eisini film. Men ikki fyrr enn »Vegvísarin« hjá Nils Gaup og »Børn Náttúrunnar« hjá Fridriki Thór Fridrikssyni vórðu skotnir upp at fáa Oscar virðisløn sum bestu fremmandu filmar, tástanni varnaðist umheimurin, at hesi lond vóru til og at har livdi fólk, sum ikki einans hevði áhuga fyri filmi, men eisini gjørdi film.

Tað eru oftast teir fremmandu, ella ikki-amerikansku, filmarnir, sum lutfalsliga fáa mest burturúr, at verða skotnir upp at fáa Oscar-virðislønina. Tí hesir filmar hava ikki annað altjóða forum, at blíva kendir í. Í ytsta kringi av handilsliga amerikanska meldurinum kann sostatt staðfestast, at Oscar-virðislønin hóast alt er við til at skapa áhuga og umrøðu. At staðfesta, at vit eru til.

Meta vit hinvegin Oscar-virðislønina eftir filmslistarligum máti einans, so kann í fleiri førum sigast, at hon er við til at forða fyri nýskapanum. Árliga handanin verður oftast mett sum einki annað, enn ein handilslig hending í avskeplaða kapitalistiska Tinseltown, har endamáli er hitt sama, sum í einihvørjari politiskari maktskipan. Her má eingin røringur koma í, tí so verði eg ikki valdur aftur. At verða miðsavnandi og halda fast við tað handilsliga klóka, tað verandi og trygga. Tað er aðalhugsanin. Ein hugsan, sum liggur so fjart, hugsast kann frá sonnu listini. Í hvussu er teirri listin, sum vil nakað. Óheft og av einum erligum hjartað. Sum eitt nú leikurin hjá Grímu »Eitur nakað land Week-end?«, ið sum ongan ting kundi verið umsett til film og vunnið Oscars fyri besta handrit og besta filmin.

Men soleiðis er so mangt í lívsins viðurskiftum. Tað dregur á bæði. Og ikki var tað uttan orsøk, at gomlu grikkarnir ávarðu móti siglig millum Skyllu og Karybdis. Og kanska er tað júst henda dualisma, hetta tvíeggjaðað svørðið, ið maðurin á Oscar-standmyndin ber fram fyri seg.

Okkara uppskot um besta film og besta upprunahandrit, at fáa Oscar-virðisløn, munnu verða tveir filmar, sum hava gingið í Havnar Bio í fjúrtan dagar og nú halda fram í Suður Bio. Teir eru »Crouching Tiger« og »Almost Famous«.

Skuldu vit nakrantíð uppliva tann dag, at lesa undirtekstir á føroyskum, so høvdu hesir filmar kanska iti »Tikari á lopi« og »Næstur stjørnunum«. Men rætt skal verða rætt. Tveir íslendskir filmar hava verið innfluttir við føroyskum teksti. »Land og synir« og seinni »Dansurin«, sum Árni Dahl týddi og influtti av egnum áhuga. Gævi, at onnur settu sjøtil á ein virknan mentapolitikk á hesum øki eisini.

? Gott Vikuskifti!