Steinbjørn B. Jacobsen
Sum allir miðlar hevur sjónvarpið sínar veikleikar, men eisini viðhvørt eina sterka síðu, sum eingin annar miðil nær ella námint hevur.
Ein mynd kemur fram á skíggjan í nøkur fá sekund, men hon fer ikki frá tær aftur, tí hesi fáu sekundini avdúkaðu so ótrúliga nógv, sum ein mongd av orðum ikki høvdu megnað. Hon verður til ein sannleika, ið ikki kann kjakast um ella burturforklárast.
Øll, sum eg havi spurt, sansaðu og mintust myndina.
Myndin var av teimum báðum fólkatingslimunum, sum eru valdir í Føroyum, men samstundis eru teir løgtingslimir og formenn í hvør sínum stóra føroyska flokki. Har gingu teir glaðir og væl tilpassar í tí danska fólkatinginum, í eini av okkara mongu lagnuløtum. Ein vildi hildið, at teir um ikki annað vóru foyir og illa við. Í hvørjum tingi lá teirra hjarta? Ella rættari pengapungurin? Tað danska gevur teimum um 700.000 kr. (snøklarnir viðtaldir). Tað føroyska gevur teimum um 300.000 kr. Hví noyðast við annan, tá ið tú kann fáa báðar og tað fyri lítið og lætt.
Men hetta má vísa øllum føroyingum, at tað er ein høpisleys skipan, sum vit liva undir. Hvat er tað fyri eitt demokrati, vit hava? Tað má vera eindømi í søguni.
Onkur vil kanska halda, at eg gangi teimum ov nær við at minna á teirra lønir, men um eg hevði roynt at spurt um teirra gerðir vóru grundaðar á, at báðir vóru hugsjónarmenn, høvdu fólk flent. Nei, eg vil ikki gita meir. Frægast er at halda, at pengapungarnir stýra teimum fullkomiliga. At hesir báðir føroysk/donsku fólkatingslimirnir hava sett felags kós (teir eru so sanniliga í sama báti) niðri á dana tingi, kann so eingin ivast í. Kósin er eisini fyri føroyskan politikk her heima.
Samdir draga teir somu línu. Draga vaðskít til tað føroyska samfelagið.
P.S. Løgið, men satt. 6.3.01 kl. 17.40. Beint liðugur at skriva hetta reisi eg meg og tendri fyri SvF. Har hoyrist fyrst formaðurin hjá fólkaflokkinum og beint aftan á formaðurin hjá javnaðarflokkinum frá tingsins røðarapalli, til viðgerðar vóru landsstýrismannalønir. Jú, tað hoyrdist, at teir skiltu ótryggu støðuna hjá livibreyðspolitikarunum.
P.S. Nógv er at skriva um, men hesar dagarnar er serliga ein søga úr Gamla Testamenti komin fram fyri meg, sum vit øll kenna. Vit síggja tær báðar konurnar koma við barninum til Sálamon, men tá ið hann biður teir klíva barnið í tvey, opinberast fyri øllum, hvør er hin sanna móðirin.










