FERÐSLUVANLUKKUR
? Hagtølini vísa, at størsti parturin av álvarsomu ferðsluvanlukkunum henda um náttina, og at tað serliga eru tey ungu, ið koma út fyri álvarsomum vanlukkum.
Hetta sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd.
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur seinastu árini skipað fyri serligum átaki, har allir næmingarnir í 9. flokkunum eru við á dagsskeiði um Ferðslutrygd.
Jón Kragesteen sigur, at kjarnin í skeiðinum er fyrilestur, sum verður hildin av ungum fólki, sum hevur verið fyri ferðsluvanlukku og hevur fingið álvarsligt mein.
? Endamálið við slíkum undirvísingarátaki er at seta avleiðingarnar av ferðsluvanlukkum í brennidepilin, at teir verða gjørdir so ítøkiligir, sum til ber, so næmingarnir veruliga sanna, at hetta eisini er nakað, sum kann raka teir, sigur Jón Kragesteen.
Fyrr hevur nógv verið frammi um, hvat kann gerast fyri at minka um álvarsomu ferðsluvanlukkurnar, og tá hevur onkuntíð verið nevnt, at ungir dreingir ikki áttu at sloppið at koyrt um náttina. Miðskeiðis í áttatiárunum hevði Vilhelm Johannesen, sum tá var landsstýrismaður, eitt slíkt uppskot frammi, men tað vann ikki frama.
? Eg hevði tikið undir við einum uppskoti, sum bannaði ungum dreingjum at koyra um náttina, sigur Jón Kragesteen.
Hetta sigur hann av teirri einfaldu orsøk, at hesar vanlukkur henda um náttina, og um ungu fólkini ikki koyrdu um náttina, so hendu slíkar vanlukkur ikki.
Jón Kragesteen viðgongur, at lógarreglur kunnu gerast so truplar, at tað ikki ber til at halda tær. Men hann heldur ikki, at tað hevði verið ómøguligt at handhevað eina lóg, sum bannaði fólki í ávísum aldri at koyra um náttina.