Hondbóltur
So er alt avgjørt. Øðrvísi fær niðurstøðan ikki verið, eftir at kvinnurnar hjá VÍF loystu kanska torførastu uppgávuna á árinum, tá tær vunnu í VB høllini.
Tað var kanska eisini væntandi, at VÍF fór at vinna, men at dysturin í løtum skuldi taka skap av eini styrkisuppvísing frá VÍF, var so avgjørt ikki væntandi.
Ring VB byrjan
Tá liðini bæði hittust í hálvfinaluni í steypakappingini herfyri, var ein avgerandi lutur, at VB fekk eina út av lagi vánaliga byrjan. Eftir fyrstu minuttirnar sunnudagin var eisini líkt til, at alt skuldi gleppa hjá heimaliðnum. Líka mikið, hvat VB gjørdi, fekk Manuela Stan í málinum vart fyri, og tá Regina so eisini misnýtti brotskast, fór av álvara at síggja svart út hjá VB.
Tað eydnaðist teimum tó at stríða seg inn aftur í dystin, og eina løtu vóru tær eisini framman fyri mótstøðuliðið. Týdningarmesti luturin í VB spælinum tóktist at vera mansverjan, sum tær frá fyrstu løtu løgdu á Ioanu Rápa. Við at halda henni úti, mátti VÍF í øllum førum vera størstu skothóttanina fyri uttan, og tað var eyðsæð, at Guðrun í Lágabø hevði hampuliga gott tak á skotroyndunum frá hinum leikarunum.
Ov einstáttað
Í álopspartinum gekk sum so eisini á eini leið hjá heimaliðnum hesa løtuna.Tær megnaðu hampuliga væl at pressa spælið upp, soleiðis at VÍF verjan kundi spælast tunn, men stóri trupulleikin var, at tá tær so komu ígjøgnum á veinginum, misnýttu tær alt ov nógvar møguleikar.
Allar helst mundi hetta eisini vera spæliætlanin hjá VÍF. Tað at fáa VB álopini at koyra út á vengurnar. Við Manuelu Stan í málinum, er í øllum føurm meira enn sannlíkt, at møguleikarnar úr spískum verða misnýttir, og í fleiri førum varð hetta revsað við skjótum mótálopum.
VB royndi í løtum at broyta spælið, soleiðis at tær eisini sluppu ígjøgnum mitt fyri, men hetta eydnaðist ongan tíð í nóg stóran mun. Til hetta vóru álopsroyndirnar alt ov einstáttaðar, og krútsterka miðverjan hjá vestmenningum hevði ongar sum helst trupulleikar av at standa seg móti stórum parti av hesum. Einasti leikarin, sum veruliga megnaði at seta seg ígjøgnum verjugarðin, var Andrea Lütz, men einsamøll megnaði hon als ikki at halda liði sínum inni í dystinum.
Skrædnaði í seinna
Hóast eyðsýndu trupulleikarnar á VB liðnum, so var ikki tann stóri munurin millum liðni bæði, tá farið varð til hálvleiks. VB kom eisini væl við beinan vegin í seinna hálvleiki, men áskoðararnir mundu fáa varhugan av, hvat fór at henda, tá einir fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.
Fyrst hevði VÍF skorað upp á tvey fylgjandi brotskøst, men tá VB beint eftir hetta fekk sama møguleika, gekk alt galið. Fyrstu royndina misnýtti Andrea, og tá VB so aftur fekk brotskast burtur úr returinum, misnýtti Christina tann møguleikan.
Hetta tók á sín hátt seinastu restina av sjálvsálitið úr VB spælarunum, og nú gekk brádliga skjótt hjá VÍF. Eftir tíggju minuttum høvdu tær økt leiðsluna upp í átta mál, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Áskoðarafjøldin vaknaði eitt sindur aftur, tá VB fekk minkað niður í seks mál, men nærri enn tað sama megnaðu tær á heimaliðnum ongan tíð at koma.
Styrkisuppvísing
Við sigrinum á næst fremsta liðnum ikki bara staðfestu VÍF kvinnurnar, at tær í løtuni eru besta liðið í landinum. Til tíðir var talan um eina sanna styrkisuppvísing, og tað var eisini sjónligt, at tað ikki bert er ein orsøk til, at liðið framvegis hevur status sum ósigrað, nú tríggir fjórðingar av landskappingini eru farnir aftur um bak.
Hóast Ioana at kalla varð tikin úr dystinum við mansverju, so prógvaðu hinar genturnar, at tað so avgjørt ikki bara er rumenski stórskjúttin, sum teirra álit er bygt á. Við Sóley Mikkelsen á odda, varð spælt við bæði breidd og djúpd í álopspartinum, soleiðis at VB ongantíð fann nakran einstakan verjuhátt, sum kundi tippa fyri málskjótanini. Harumframt er liðið, sum nevnt omanfyri, sera sterkt í verjupartinum, har tað nærum er ógjørligt hjá mótstøðuliðunum at berja seg ígjøgnum miðverjuna.
Sterka verjuspælið ger so eisini, at liðið fær fleiri møguleikar fyri skjótálopum, og við útkøstunum hjá Manuelu, skulu mótstøðuliðini vera meira enn vanliga ansin, um tað skal eydnast teimum at steðga hesum partinum av VÍF spælinum.
Heldur ikki breiddin, sum annars hevur tóktst størsti trupulleikin á liðnum, tykist nú at vera nakað, sum kann steðga teimum. At Jacklin kom heim aftur, hevur sjálvandi styrkt um, men eisini Angelie og Óluvá tykjast at hava funnið seg væl til rættis á liðnum, og helst skal meira enn ein ella tveir skaðar til, fyri at gera liðnum nakað álvarsligt mein.
Sostatt tykist einasti spurnignurin restina av árinum at vera, hvørt tað skal eydnast VÍF at fara ósigraðar ígjøgnum árið, og sum støðan er í løtuni, er hetta kanska heldur ikki nakar spurningur. Tað er snøgt sagt upp tær sjálvar, tí taka tær komandi uppgávurnar í álvara, er lítið sannlíkt, at nakað annað lið kemur í nær námind oddaliðnum úr Vestmanna.
Dystuirin í tølum
Málkskjúttar:
VB: Andrea Lütz 7(2), Regina Radó 6, Mary Krosslá 3, Gurið Mortensen 1, Eydis Kjærbo 1
VÍF: Sóley Mikkelsen 9(3), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 5, Fríða Marjunardóttir 4, Angelie Jógvansdóttir 3, Alis Høghamar 3, Ioana Rápa 2, Jacklin Durhuus 1
Brotskøst: VB 5, VÍF 4
Útvísingar: VB 1, VÍF 2
Dómarar úr H71: Petur S. Dahl og Bárður Brimvík. Einir tveir dómar tóktust at fáa ilt í vágbingar, menyvir høvur høvdu teir eitt sera gott tak á dystinum, og fyri tað mesta tóktust leikararnir eisini at nýta orkuna upp á hondbóltin heldur enn dómararnar.