Dánial á Dul Jacobsen
Sum við eitt slag broyttist føroyskur politikkur eftir seinasta val. Tann turrisligi og keðiligi ?amtráðspolitikkurin? varð við eitt lyftur upp á hægri støði. Fyri fyrstu ferð var ein greiður málsetnigur settur og herjað varð á við góðum hugi og treysti. Og fyri fyrstu ferð mítt minni minnist var eitt landsstýrið sum eftir øllum at døma veruliga stóð saman um sakina: Fullveldi Føroya. Men ferðin, ríkisfelagsskapurin runt í trý ár, hevur verið hørð og ótespilig. Eitt er at mótparturin hevur verið beinharður og hevur kunnað verið tað vegna fíggjarliga kvørkratakið hann enn hevur á okkum og at hann haraftrat er lopin frá givnum lyfti um samráðingar. Annað og strígnari er tann stuðul hesin sami mótpartur hevur fingið frá sambands- og afturhaldskreftum í okkara egna landi. Tað er tann herknasti bitin. Kortini má sigast at tilgongdin (processin) higartil hevur verið bæði neyðug og gagnlig. Tilvitanin hjá fólkinum um fullveldið er komin fyri at vera, og sanna lyndið hjá donsku politikarunum stendur okkum enn meiri klárt enn nakra tíð fyrr. Og enn eru ikki allar súður syftar.
Sjálvur eri eg sannførdur um at framtíðin hjá hesum landi verður avgjørd á nógv hægri stað og nógv hægri støði enn hjá donskum og føroyskum polititkarum. Hetta tekur kortini ikki ábyrgd og skynsemi frá okkum. Tvørturímóti, so er júst tað eggjanin til at halda á við sonnum dirvi og ikki sum higartil eins og harur flýggja upp eftir fíggjarliga blokkbergstindinum. Tann tindurin verður um rímiliga stutta tíð yvirfloymdur av ein fíggjarligari flóðaldu, sum hevur sítt uppspring í okkara egna landið. Umframt tað kunnu vit rokna við at støði á fiskaprísunum ikki verður tað sama framyvir. Tað fer í langa tíð framyvir at vera nógv hægri. Hetta orsakað av ruðuleikanum á kjøtmarknaðinum.
Tað sum vit nú skulu gera ella rættari sagt tað, sum vit ikki skulu gera: Nú mugu vit ikki leypa framav og fyri einhvønn prís gera onkra hissini avtalu við Danmark. Tað kann fara at vera okkum dýrt. Nú skulu vit venda aftur til politikkin áðrenn síðsta val. Spæla amtsráð. Sum í fótbólti fara aftur á vøllin, halda uppá bóltin og byggja álopið uppaftur av nýggjum. Bert samráðast við danir um støddina á blokkinum tey næstu tvey til trý árini og yvirtaka nøkur málsøki. Fyri eina ferð skyld arbeiðir tíðin fyri okkum. Um eitt ár, tá val verður aftur, fer fíggjarliga gongdin í landinum at geva fólkinum størri vónir at sleppa undan kvørkratakinum, sum danir hava havt frægd í at spæla uppá seinastu tvey árini. Tá verða so eisini vónir um at fullveldisvongurin í føroyskum politikki kemur sterkur inn aftur.
Hetta er treytað av at núverandi samgonga finnur saman aftur og ikki missir málið úr eygsjón. Her liggur ein tung ábyrgd á tykkum, sum í dag mynda samgongu. Ein serstøk heilsan til fólkaflokkin: Farið ikki undir ójavnt ok við javnaðarflokkin. Tá kann henda at tit verða við til at avreiða fullveldishøvi føroyinga. Tá verður samvitskukvøl tykkara ikki at bera um nøkur fá ár, tá føroyingar hava milliardirnar, men danir buktina og báðar endarnar.