Fjølbroyttir bústaðir byggjast við Lághálsar

Talan kann eitt nú vera um eigaraíbúðir, lutaíbúðir ella leigubústaðir

 

 

Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur samtykt at gera lendið við Lághálsar á Strondum til fjølbroyttar bústaðir. 

 

Nú hevur kommunan so eisini boðið økið við Lághálsar, sum er umleið 11.000 fermetrar stórt, út til eina íbúðarverkætlan.

 

- Tað er upp til tey, ið bjóða, um at koma við uppskoti til eina útstykkingarætlan um, hvussu økið og bygningarnir verða skipaðir.

 

Í Sjóvar kommunu siga tey, at fyritøkur, sum koma við boði, skulu gera uppskot til alt økið.

 

- Tað stendur boðgevara frítt at gera av, hvørjari loysn viðvíkjandi eigaraviðurskiftum, byggingin verður skipað eftir.

 

Lagt verður aftrat, at talan kann eitt nú vera um eigaraíbúðir, lutaíbúðir ella leigubústaðir.

 

##med2##

 

- Tað er ábyrgd tilboðsgevarans at fáa í lag loysn, sum á skynsaman hátt kann skipa útleiganina av leigubúeindum, skipa eigara-/lutafelag og/ella sølu av ognunum. 

 

Í Sjóvar kommunu siga tey, at atkomuvegir til økið verða frá verandi vegi, og annars fæst meira kunning um útboðið um heimasíðuna - www.sjovar.fo 

 

Freistin at lata boð inn er á middegi hin 1. juli.