Hava tit hoyrt ta søguna
so er søgd ífrá.
Tá teir skuldu stóra Brimil
heim til landa fá?
Niðurlag:
Há! Trummar í høll.
Hermenn ríða fram.
Jomfrú leikar í lundum
við tann edilmann.
Mikið var tað hóvasták,
ið gjørt varð burturúr.
Tá ið Brimil doyptur varð
og skuldi royndartúr.
Jørgen fór við síni frú
tað nýggja skip at skíra.
Loyst varð tó ei bryggju frá,
tí eingin vildi stýra.
Brimil lá á bóli kvirrur
eina so langa stund.
Jørgen vildi hann førdan hava
yvir tað breiða sund.
Jørgen sendi Karsteni boð ?
so sigur frøðin frá.
»Tú skal okkum Brimil fáa
heim á Havnarvág.«
Karsten gongur á selaveiðu
á tí fyrsta sinni.
Tá hann kom á látur fram,
tá var Ellintur inni.
Ellintur vil sítt veldi verja ?
so er komið til mín.
»Lúka skalt tú fleiri treytir,
áðrenn hann verður tín.
Skipið verður liggjandi,
tað loysir ikki enn.
Fyrr enn tú letur hýru hækka
til meg og mínar menn.
Sama krevja Gunnleivur
og Finnleif við sínum monnum.
Vit verja okkum manniliga,
tú sanna skalt av sonnum.«
Karsten rikin aftur varð
við so miklum treða.
Einki skip á hesum sinni
fingið varð til vega.
Royna teir á øðrum sinni ?
fleiri nú í tali.
Karsten og Tummas leiða lið,
sum roynir seg á vali.
Men Ellintur ei fyri ongum er,
hann glettir nú á tonnum.
Verjir látursmunna væl
við øllum sínum monnum.
Hartil Finnleif og Gunnleivur
komnir eru við.
Aftur noyðist Karsten víkja,
tá hann sær tað lið.
Tummas, Karsten og Jørgen allir
hámir sita sørir.
Tykjast hava givið upp,
tí Ellintur er tvørur.
Stríðið leikar hart og hvast
og kann so leingi vara.
Eitt er tó at royna enn:
Í Løgtingið at fara.
Fyri slíkum loysnum tó
teir taka seg í akt.
Onkur hevur roynt tað fyrr
og fólksins vreiði vakt.
Eftir Brimli føroyingar
bíða nú so spentir.
Fínt er skip, men loysa tað
teir eru tó ei mentir.
Hvat skulu vit halda um teir menn,
sum hesum landi valda.
Fyrr varð hildið ringur siður,
at keypa og ikki gjalda.
á trettanda 2001
Edvard