Í dag fer ein vælkendur tvørámaður um tey áttati.
Tað er Daniel Jacob Jensen, sum síðan hann í 1950 flutti úr Líðini hevur búð nærum øll árini á sjálvum Kirkjuváli í Tvøroyrar hjarta.
Á hesu kirkjugrund fekk eisini fakrørslan sær miðstøð, og kom haðani íblástur til nógv av tí, sum gjørdist vinnulívssøga á Tvøroyri, skapti virksemi og verju av rættindum hjá arbeiðarstættini.
Vit nevna hetta júst tí, at tað er eyðkennandi fyri D. J. Jensen, at hann alt sítt lív hevur kent samhaldsfesti við hesa stætt og sýnt tað í verki
Hansara lívsverk var fyrst og fremst útinnt á havinum fyrst við sluppum og trolarum, men síðan seint í fjørutunum sum útróðrarmaður burturav.
Hann bygdi sær tíðiliga egnan maskinbát og keypti sær seinri dekksfør, fyrst »Hóp« og síðan »Brimnes« og sýndi sanniliga, hvørja drívandi megi hann átti, hóast lagnan hevði lagað tað so, at heilsan mátti sigast at vera sera viðbrekin.
D. J. Jensen var ein teirra, sum fekk smittuna umborð á trolara, og hevur tuberklasjúkan givið honum nógvar drúgvar og svárar sjúkralegur.
Hann bardi seg kortini gjøgnum hesar sjúkralegur og eitt harðbalið og strævið útróðrarmannalív.
Tí ikki løgið, at útróðrarmenn valdu hann í álitisstørv, eitt nú til formans í útróðrarfelagnum og síðan at umboða áhugamál útróðrarmanna í ráfiskanevndini tey gott og væl 10 árini, henda prísásetingarnevnd virkaði
Nýggjur heilivágur seint í fjørutunum og koppingarevni bjargaði Føroyum undan teim lemjandi fylgjum av tuberklasóttini, men D. J. Jensen hevði fingið varandi mein, tí er tað undrunarvert, at júst hann nú fer um tey áttati. Her er talan um seiggi og ein ótrúligan lísvilja, sum vit, ið kenna Dánjal Jacob, gleðast um, tí tær mongu upplivingar, vit hava verið saman um, eru nøkur av teim virðum, sum vit hava fingið í okkara førning.
Fyri smáum 20 árum síðan bygdu Sanna og Dánjal Jacob uppí húsini og fingu eini óvanliga snotulig hús í einum serliga vøkrum umhvørvi við tí lítla, men sera livandi urtagarðinum.
Hetta umhvørvið lýsir júst hegni D. J?s, tann røkisskap og grøna áhuga, sum drívir verk hansara. Hygg bert at hinum um alt Føroya kenda rhododendron!
Soleiðis var eisini við »Brimnes«, eitt far, sum mangur hevði á orði sum dømi um gjøgnumført viðlíkahald og ábyrgdarkenslu fyri virðum og tólum.
Í nýggju húsunum merktu vit, sum so ofta sita væl har, at Sanna og Dánjal Jacob kendu seg væl, tí karmarnir vóru so munandi víðkaðir, men tað er so vist, at tað stóra hjartarúmið, sum eisini eyðkendi tey smáu húsini og heimið tá, so ríkiliga skapti karm um eins stóran hugna og hjartaligheit. Hetta kunnu hundraðir av fólkum skriva undir uppá, ikki minst teir mongu skotsku fiskimenn, sum her vunnu vinskap fyri lívið.
Sanna er farin, men vit eru felags um minnini, sum eru ein stórur partur av tí sum nú er.
Støðufesti er ein eginleiki D. J?s, sum hevur samband við hansara samhaldsfesti við sína stætt. Tí hevur hann ongantíð dult, at hann er javnaðarmaður burturav.
Altíð til reiðar at stuðla, luttaka á fundum og landsfundum og siga sína meining um førda politikkin so væl, sum hann stungin verður út í kortið.
Vit ynskja tær ein hugnaligan dag og gleða okkum til at hugna okkum saman við tær og tínum, D. J., og ynskja tær hjartaliga tillukku á degnum.
Tríggir vinir